Tíðindi

Fjálgt var at kenna hitan av hondum, ið sleptu

Vit mugu tó ansa eftir, at vit ikki drukna í okkara tráan eftir einari dopaminútloysn, sum fer fram ímillum okkum og skíggjan.

11.05.2018

”Fjálgt var at kenna hitan av hondum, ið sleptu,” segði mamma við meg, tá ið omma fór um sýnina seinasta summar. Omma eigur eitt serligt pláss í hjartanum. Eg kendi veruliga hitan frá hennara nærveru. Hon var altíð til staðar. Tá ið eg var lítil, búðu vit hjá ommu. Í skúlatíðini rann eg altíð niðan til hennara til ein drekkamunn og fransbreyð uttan birkis – og sum gráhærdur havnarbúgvi royndi eg altíð at vitja hana, tá ið eg kom norður. Nærvera hennara osaði av góðsku og kærleika. Í heimi hennara valdaði friður. Eg havi hugsað, hví so var. Niðurstøðan er, at hon var altíð til staðar. Eisini, tá ið hon ikki orkaði at trína dansin meira. Ein sannur klettur og griðstaður. Hon var ein, ið, sambært Løgstrup, hevði jaliga ávirkan á tey, ið hon møtti.

Hon fekk um endan á snildfontíðini. Og tó at hon ongantíð fekk sær eina tílíka, so var hon við og spurdi um tað nýggjasta. Hon visti nógv og var forvitin. Men hon var altíð til staðar!

Eg var við vinmanni á matstovu. Hugsaði, at nú var løtan til gott og gevandi prát, tí vit síggjast ikki so ofta, men eg fór skeivur. Í staðin fyri at njóta løtuna, so gjørdist eg firtin, tí hann sat við telefonini mest sum alla tíðina. Tað var bara, tá ið hann nýtti gaffilin og knívin, at eg fekk eygnasamband við hann. Telefonin var nógv týdningarmeiri enn okkara samvera. Hann sat á sosialu miðlunum, tók selfie, har hann nýtti filtur til myndirnar, og flenti býtt niður í telefonina. Hann var ikki til staðar.

Stóri munurin á ommu og vinmanninum var, at omma hvíldi í nú-inum. Gott dømi er, at tá ið tú komst á gátt hjá henni í skýmingini, so sat hon í myrkri í stovuni, tí henni dámdi so væl at eygleiða skýmingina, sum legði seg yvir húsatekjurnar í Klaksvík. Vit kundu eisini sita tveyeini í tøgn uttan at skula undirhaldast alla tíðina. Soleiðis var ikki við vinmanninum. Vinmaðurin umboðar fleiri og fleiri í dagsins samfelag – og tað er ræðandi.

Giordano Bruno segði, at hann knappaði fyrsta knappin skeivt, og tí blivu allir knapparnir knappaðir skeivt.

Sum pápi og lærari má eg tryggja mær, at míni børn og næmingar læra at knappa fyrsta knappin rætt. Eg má vísa teimum á, hvat er rætt og skeivt. Og eg veit, uttan at grundgeva, at telefonnýtslan hjá okkum øllum er skeiv. Um vit halda hesa gongd, so verða nógvir knappar knappaðir skeivt, tí veruleikamyndin verður skeiklað. Sambondini á netinum eru bara til egnan fyrimun. Glansmyndin av vinnandi, smílandi og vøkrum menniskjum er bert ein løtumynd. Øll vita tað, men eingin torir at gera upp við tað. Hjáárinini fara at koma, men eg veit bara ikki hvussu, tí vit eru mitt í eyganum á ógvisligasta paradigmuskiftinum, sum nakrantíð hevur verið í søguni, har samskifti og tíðaroyðsl framman fyri skíggjum hevur lagt – ikki bara skýming – men myrkur á vanligt samskifti.

Hvønn er tað, at næmingar, starvsfelagar og onnur síggja í mær? Eri eg tann, sum girði meg inni í mínari egnu lítlu verð í einum horni á lærarastovuni, tá ið vit hava kaffisteðg? Stari eg meg blindan at innantómum skvaldri á telefonini, tá ið eg gangi garðvakt? Hvønn er tað, næmingarnir síggja?

Tað vóru tey, sum settu føtur í spenni, tá ið orglið skuldi inn í kirkjuna á sinni. Orglið hevur eftir øllum at døma ikki volt stórvegis skaða, og fólk hava tikið tað til sín eins og ein part av framburði.

Skíggjar eru eisini komnir fyri at vera, og teir eru eisini partur av framburði.

Eg ynski ikki, at vit skulu stegða framburði. Als ikki. Vit mugu tó ansa eftir, at vit ikki drukna í okkara tráan eftir einari dopaminútloysn, sum fer fram ímillum okkum og skíggjan. Men sum menniskja, so ynski eg, at vit altíð vilja vita hvørjum øðrum við. At vit geva hvørjum øðrum ans. Eg vil sleppa aftur til salt jarðarinnar, har vit ikki nýta filtur til okkara pseudo-veruleika, men góðtaka rukkurnar og vónbrotini, og har vit tola at sita saman í tøgn – og um veðrið loyvir tí – eygleiða skýmingina uttan filtur.

Klumma eftir Símun Joensen, lærara í Eysturskúlanum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.