Tíðindi

Fjúrtan verkætlanir í Listaleypinum

Hetta skúlaárið – 2017-18 – er Listaleypurin á tremur við forkunnugum verkætlanum við professionellum listafólkum, sum vitja skúlar í Føroyum

21.09.2017

Fyrsta listagreinin er sjónleikurin Rúmdarferðin hjá Chappari, sum verður spældur í bussi á skúlaøkjum frá 23. til 27. oktober. Seinasta listagreinin er Sagnir og ævintýr, sum er sjónleikur og tónleikur. Sagnirnar og ævintýrini ganga frá 16. apríl til 4. mai næsta vár.

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og skipa fyri fyri at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist. Listafólk – føroysk sum útlendsk – søkja um at sleppa við í skránna hjá Listaleypinum. Ein yrkislærd úrvalsnevnd við trimum umboðum úr LISA – Listasambandi Føroya – og tveimum umboðum fyri skúlarnar viðgera umsóknirnar til Listaleypin og velja tær bestu og mest vælegnaðu út. Lagt verður altíð upp fyri, at øll floksstig fáa okkurt tilboð, og at listagreinirnar eru ymiskar við góðum býti millum framførslur og verkstovur.

Skúlarnir gjalda einki fyri Listaleypin. Kommunurnar, Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið bera allan kostnaðin.

Hesa ferð rúmar Listaleypurin til samans 14 verkætlanum. Av teimum eru tvær økislistafólk, tey rópa, við listafólkum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi, Belgia, Bretlandi, Kanada og Australia.

Listirnar fevna víða, frá tónleikaframførslum til interaktivar sjónleikir, bussframførslu, kórlæru, til filmsverksmiðju og myndaverksmiðju og eksperimentarandi framførslur við rættiliga alternativum ljóðførum umframt rokkar og karðar og onnur amboð úr fornari føroyskari tíð. Hetta eru alt listagreinir, ið fevna um forskúla og allar flokkar í fólkaskúlanum.

Tiltakið Økislistafólk, ið er eitt slag av House Artists-prosjekti – húsalistafólk – gevur børnum og ungum innlit í og royndir við at arbeiða við list saman við einum professionellum, virknum listafólki. Hetta skúlaárið eru evnini so eksotisk og víðfevnd sum grønlendskur maskudansur og interaktiv sansaleiklist.

Undangongukvinnan, teaturpedagogurin Hedvig Westerlund-Kapnas smíðaði Listaleypin í 2008, og í leypinum er hvørt ár møguleiki hjá næmingum og lærarum í forskúla og fólkaskúla at uppliva eitt fjølbroytt úrval av dygdargóðari yrkislist.

Í løtuni er Gunnvá Zachariasen, yrkisleikari, samskipari og verkætlanarleiðari hjá Listaleypinum, ið hevur teldupostadressuna listaleypurin@listaleypurin.fo.


Myndin:
Gunnvá Zachariasen, yrkisleikari er samskipari og verkætlanarleiðari hjá Listaleypinum, sum hetta skúlaárið fevnir um 14 verkætlanir

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.