Tíðindi

Fimm vilja verða skúlastjóri við Streymin

Tá ið freistin at søkja skúlastjórastarvið í Skúlanum við Streymin var úti í gjár, vóru fimm umsóknir komnar.

02.03.2023

Væntandi tekur nýggjur skúlastjóri við í Skúlanum við Streymin 1. apríl – ella skjótast gjørligt. Umfatandi dagføringar við um- og uppíbygging eru gjørdar í Skúlanum við Streymin seinastu árini, umframt at ítróttahøll er bygd, so talan er um ein nýmótans skúla við øllum hentleikum. Skúlin samstarvar við hinar báðar skúlarnar í kommununi, Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla, sum hava næmingar í 1.-3. flokki og við Eiðis skúla, har næmingarnir halda fram í hádeild í Skúlanum við Streymin.

Í Skúlanum við Streymin eru tilsamans 209 næmingar í 1.-10. flokki, íroknað ein serflokk við 12 næmingum. 28 lærarar, tríggir námsfrøðingar og fýra námsfrøðiligir stuðlar starvast í skúlanum, umframt heilsufrøðingur og húsavørður.

Síðan 2015 hevur Sonni Óli Djurhuus verið skúlastjóri í Skúlanum við Streymin.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.