FLE - Føroya Lærarafelag fyri eftirløntar lærarar
Felagið varð stovnað 26. september 2009.
Endamáliðið hjá felagnum er at virka fyri áhugamálum hjá eftirløntum lærarum og at ráðgeva Føroya Lærarafelag í málum viðvíkjandi eftirløntum lærarum, skipa fyri mentanaðar tiltøkum og líknandi.
Nevndin:
Gunvør Joensen, forkvinna
Jane Hoydal
Egon Hansen
Gyðja H. Didriksen, tiltakslimur
(dagført 15. februar 2019)
Fyri at gerast limur í FLE má lærari vera eftirløntur. Eftirløntir lærarar hava rætt at taka lut á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag.
Viðtøkur fyri Føroya Lærarafelag Eftirlønt, FLE
§ 1
Føroya Lærarafelag Eftirlønt, FLE, er felag fyri limir í Føroya Lærarafelag, ið eru farnir úr starvi við eftirløn. Skrivstova felagsins er skrivstova Føroya Lærarafelags.
§ 2
FLE skal virka fyri menning av limunum og áhugamálum teirra.
§ 3
Limagjaldið verður sambært viðtøkum Føroya Lærarafelags ásett á aðalfundi Føroya Lærarafelags.
§ 4
Valdir verða 3 limir og 1 tiltakslimur til starvsnevndina hjá FLE. Nevndin verður vald makað ár á aðalfundi hjá FLE.
Stk. 2. Stillað verður upp á fundinum. Í minsta lagi 4 fólk skulu á uppstillingarlistan.
Stk. 3. Á valseðilin verða í mesta lagi skrivað nøvnini á trimum av teimum uppstillaðu.
Stk.4. Tann, ið fær 4. flestar atkvøður, er tiltakslimur.
Stk. 5. Valbær eru og valrætt hava eftirlønt í Føroya Lærarafelag.
§ 5
Nevndin skipar seg við formanni og skrivara.
§ 6
Føroya Lærarafelag umsitur fíggjarviðurskiftini.
§ 7
Starvsnevndirnar í FLE og FL avtala fígging av tiltøkum, sum FLE stendur fyri.
§ 8
FLE kann skipa fyri tiltøkum fyri eftirlønt, t.d. skeið, veitslur, útferðir, ferðir o.a.
§ 9
FL kann veita stuðul til serstøk tiltøk, sum FLE skipar fyri.
§ 10
FLE kann samstarva við aðrar líknandi bólkar í hinum Norðurlondunum.
§ 11
FLE fylgir við, at limirnir verða kunnaðir um tilboð og avtalur um prísniðurskurð til limirnar.
§ 12
Á aðalfundi Føroya Lærarafelags leggur FLE fram ársfrágreiðing.
§ 13
Føroya Lærarafelag hevur allan samráðingarrættin og er einasti avvarðandi sáttmálapartur yvirfyri myndugleikunum.
§ 14
Viðtøkurnar fyri FLE kunnu við vanligum meiriluta broytast á aðalfundinum makað ár. Hesar viðtøkur eru samtyktar 16. mars 2013.