Tíðindi


Fartelefonnýtslan hjá pinkubarnaforeldrum vekir stúran

– Hugsið um, hvussu nógv tit brúka fartelefonina, tá ið tit eru saman við nýføðingum tykkara, er áheitanin frá einum granskara

6. desember 2017

Visti tú, at um tú alla tíðina fert inn á fartelefonina, kann tað vera skaðiligt fyri barn títt? Gransking vísir nevniliga, at barnið kann fáa strongd, og at nýtslan eisini órógvar sambandið millum foreldur og barn.

– Um fartelefonin fær uppmerksemið í staðin fyri barnið, kann tað yvir longri tíð hava neiliga ávirkan á heilsuna hjá barninum, sigur Nina Misvær, sum er granskari við Høgskolen í Oslo og Akershus.

Hon greiðir frá, at tað eftir øllum døgum eru nógv foreldur, sum ikki vita, hvørja ávirkan tað hevur á barnið, at foreldur alla tíðina fara til fartelefonina.

– Andlit-til-andlits-samskifti millum foreldur og barn hevur ógvuliga nógv at siga, kanska nógv meiri enn nógv foreldur at nýføðingum eru greið yvir, sigur Misvær.

Fyri stuttum almannakunngjørdi hon og tríggir heilsufrøðingar eina grein um evnið í norska tíðarritinum Sykepleien, har tær hava savnað alla gransking, sum er til um evnið.

Heilsufrøðingarnir undirstrika, at tað hevur sera stóran týdning fyri menningina hjá barninum og tilknýtið millum barn og foreldur, at samspæl teirra millum er frá fyrstu løtu; avbrot so sum at foreldrini leita í fartelefonina kunnu skapa avbjóðingar.

Í Noregi verður nú mælt til, at heilsufrøðingar tosa við foreldur um hetta, tá barnið er 4 vikur, 6 mánaðir, 2 ár og 4 ár.

– Av royndum vita vita, at vit mugu tosa við foreldur um hetta fyrr og oftari, sigur Misvær.

Tá ið heilsufrøðingurin kemur á vitjan fyrstu ferð, tosar hon um, hvussu barnið roynir at fáa samband við foreldrini.

– Heilsufrøðingarnir greiða frá um grundleggjandi viðurskifti fyri samspæli sum at brúka røddina, røra við og samrøðukent samskifti millum barn og foreldur, sigur Misvær.

Tað er ógreitt, hvat ov stór fartelefonnýtsla er.

– Vit vita, at børn tola, at samspælið verður avbrotið, uttan at tey fáa varandi mein, men ov nógv fartelefonnýtsla kann vekja órógv, sigur Misvær.

– Eitt dømi er um barn sum situr í vogninum og roynir at fáa eygnasamband við mammuna, tí ein hundur kemur fram við, men mamman er so upptikin av telefonini, at hon ikki varnast nakað sum helst. Tað hevur týdning at vera saman um upplivingar og at vera til staðar.

Hon vísir á, at tørvur er á meiri gransking um fartelefonnýtslu.

– Men tað vit vita, er, at evnini hjá børnum at tálma strongd eru ikki liðug ment, og at børn gerast lættari strongd enn vaksin. Heilsufrøðingar eiga at mæla foreldur til at gera sínar egnu reglur og at fáa góðar vanar, sum rigga til teirra.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.