Tíðindi

Familjuviðgerð kann hjálpa børnum og ungum, sum viga ov nógv

Verður øll familjan tikin við í viðgerðina, kann úrslitið gerast nógv betri samanborið við um bara einstaklingurin, sum vigar ov nógv, fær viðgerð.

26.07.2023

Fyri fyrstu ferð hevur norska heilsuverkið roynt eina viðgerð, sum verður nevnd familjugrundað atferðarterapi móti fiti hjá børnum. Sum skilst á heitinum vendir viðgerðin sær bæði til heim, skúla og frítíðarvirksemi og er ein miðvíst viðgerð við 17 viðgerðarsessiónum býtt út á eitt hálvt ár.

Viðgerðin leggur seg eftir at broyta óhepnar vanar og atferð í allari familjuni, og familjan arbeiðir saman sum eitt toymi at megna hetta. Tey fýra kjarnuøkini í viðgerðini eru kostur og matatferð, likamligt virkni, stilt virksemi og svøvnur. Skulu neyðugu broytingarnar koma í lag, er umráðandi at skráseta, hvat verður etið, og hvat verður íðkað, um somu tíð, sum tað verður skjalfest, hvussu trupulleikar verða loystir. Eisini verður felt niður, hvørjar góðar strategiir kunnu brúkast at fáa tamarhald á kenslum, sokallað stimuluskontroll.

Hetta hevur við sær, at lunnar verða lagdir undir eitt heimaumhvørvi, sum leggur seg eftir sunnum valum og at taka burtur tað, sum elvir til ósunna atferð. Til dømis ber til at hava sunt søtmeti frammi heldur enn ósunt, og tað ber til at súkkla heldur enn at koyra.

Samanborið við aðra viðgerð

Í tøttum samstarvi við granskingarumhvørvið við University of Washington, sum hevur ment viðgerðarháttin, hava granskarar frá Bergen Pediatric Obesity Research Group lagað viðgerðina til norsku heilsutænastuna.

Viðgerðarávirkanin er samanborin við vanligu viðgerðina, sum børn fáa, ið verða ávíst at fáa viðgerð fyri fiti í Bergen. Tað eru læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og kliniskir kostráðgevar, sum vanliga meta um, hvørja viðgerð børn eiga at fáa fyri fiti, og síðan verður fylgt við, hvussu tað gongur triðja hvønn mánað. Nýggja viðgerðin frá Universitetinum í Bergen og Haukeland universitetssjúkrahúsi vísir, at tað hevur sera positiva ávirkan at taka alla familjuna við í viðgerðina, tá ið talan er um fiti hjá børnum og ungum í aldrinum 6 og 18 ár.

Aldur og kyn

– Verður øll familjan tikin við í viðgerðina, vísir tað seg, at børnini fara nógv meiri aftur í vekt, samanborið við viðgerðina, sum vanliga verður givin, sigur Hanna Flækøy Skjåkødegård, granskari við Klinisk instituttið á Universitetinum í Bergen.

Granskararnir halda ikki, at tað er áhugavert at hyggja at, hvussu nógv børn fara aftur í miðal.

– Tað, sum vit hyggja at, er, hvussu nógv barnið fer aftur í vekt samanborið við aldur og kyn, sokallað iso-BMI, sigur Skjåkødegård.

Ávirkanin er ein klinisk minking í vekt – ein minking á -0.25 iso-BMI hjá umleið einum triðingi av luttakarunum.

Meirilutin av luttakarunum, sum fekk eina familjugrundaða viðgerð, fekk eina minking í iso-BMI, í mótsetningi av, at væntað var, at tey fóru fram í vekt uttan nakra viðgerð. Ein av trimum høvdu líknandi úrslit ella meiri enn -0.25 iso-BMI. Umleið 15 prosent fóru fram í vekt.

Fyri luttakararnar, sum fingu vanliga viðgerð, høvdu 13 prosent eina broyting á leið við -0.25 iso-BMI, samstundis sum helmingurin av luttakarunum høvdu eina øking í iso-BMI í tíðarskeiðnum, viðgerðin fór fram.

Skjåkødegård leggur dent á, at tey, sum fóru fram í vekt í iso-BMI í familjugrundaðari atferðarterapi, sum heild fóru minni fram samanborið við tey, sum fingu vanliga viðgerð.

Eitt mál at fáa vektina at standa í stað

– Hetta er ein minking, sum kann hava nógv at gera við minni vanda at fáa til dømis hjarta-kar-sjúkur og diabetes typu 2, sigur granskarin.

Hon undirstrikar, at markvirðið fyri kliniska vektminking í kanningini er ógvuliga neyvt, tí eldri kanningar hava víst, at børn og ung, sum viga alt ov nógv, hava gagn av minni minking.

Markvirðið merkir, at mark er sett fyri, nær broytingin verður mett at vera munadygg. Í hesi kanningini er tað sett við eina minking í iso-BMI på -0.25. 

– Hjá børnum og ungum, sum viga alt ov nógv, kann tað vera eitt mál í sjálvum sær, at vektin ikki fer upp. Av teimum, sum tóku lut í intensivu viðgerðini, vóru tey fá, sum fóru fram í vekt í viðgerðartíðarskeiðinum, samanborið við tey, sum fingu vanliga viðgerð, sigur Skjåkødegård.

Minka um vandan fyri øðrum fylgisjúkum

Tað er Poliklinikk for overvekt við Haukeland universitetssjúkrahús, sum hevur gjørt og staðið fyri kanningini. Endamálið við vektminking er at minka um vandan fyri fylgisjúkum seinni, sum til dømis diabetes, insulinresistens, høgt blóðtrýst ella óheppin kolesterolvirði. 

Granskingarbólkurin frá Bergen fer nú undir at menna viðgerðarhættir og fer eisini saman við øðrum granskarum í fiti hjá børnum undir eina nýggja kanning, sum eitur eBATTLE Obesity, sum er familjugrundað atferðarterapi saman við medikamentellari viðgerð til ungfólk, sum viga alt ov nógv.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.