Tíðindi

Fakligur dagur um skúlasamspæl

Tann 15. apríl skipar Sernám fyri tiltaki í Løkshøll í Runavík við heitinum Spenni í og við skúlasamspælinum

03.04.2024

Á tiltakinum verða framløgur, sum geva vitan og íblástur til tey, sum arbeiða við børnum, har spennið millum barnið og umhvørvið kemur í spæl. Høvuðsdentur er á eyðkenni, sum eru ella minna um autismu. Starvsfólk frá Sernámi hava framløgur, ið nema við økið, so sum eyðkenni og tørv, samskifti, foreldrasamstarv og hvussu arbeiðast kann námsfrøðiligt. Dentur verður lagdur á yngri aldursbólkar í skúlanum. Eisini verður framløga um skiftisnámsfrøði við luttøku frá Fróðskaparsetrinum.

Tiltakið er ætlað teimum, sum arbeiða við børnum dagliga, men foreldur og onnur kunnu eisini gagnnýta framløgurnar. Tað ber til at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.