Tíðindi

FAB LAB eisini í Vágs Skúla

Í eina tíð hevur Vágs Skúli havt 3 D-prentara og aðra tøkniliga útgerð, soleiðis at skúlin nú hevur Fab Lab, sum nokk einans finst frammanundan í Miðnámskúlanum á Kambsdali.

12.09.2019

Útgerðin er nú riggað til og verður nú tikin í nýtslu av álvara, og ein liður í hesum er, at almenningurin skal hava atgongd til útgerðina, sum eisini verður við í kvøldskúlatilboðnum í vetur.

Søgan aftan fyri, at Vágs Skúli eigur Fab Lab-útgerð, ið er gáva til skúlan, er sermerkt. Men hana venda vit aftur til um eina løtu, tí mong ivast kanska í, hvat Fab Lab er.

Fab Lab er ensk stytting, ið stendur fyri fabrication laboratory. Eitt verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks.

Fab Lab eru um allan heim, og eru aloftast útgjørd við somu útgerð, so sum 3 D-prentara, 3 D-skannara, fresara og lasarskerara, vinylskerara, til ymiskt at seta á klæðir og pløgg.

Fablab Faundation er ein ikki-handilssligur meginfelagsskapur frá 2009 fyri øll Fab Lab í heiminum, ið millum annað rekur FabAcademy, sum tekur sær av at útbúgva fólk í nýtsluni av Fab Lab.

Søgan

Men aftur til søguna um Fab Lab í Vágs Skúla.

Orsøkin til, at Vágs Skúli, sum ein av tveimum skúlum í landinum, hevur hesa framkomnu útgerð, er, at skúlin fyri á leið tveimum árum síðani fekk stórfingna gávu. Gávan kom úr Íslandi. Gávan er frá einum pari, hvørs røtur eru í Vági; Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson.

Abbi Margrét, Sivar Hjelm, var vágbingur.

Sivar Hjelm var føddur í Vági í 1915, men flutti sum 12 ára gamal við mammuni og systkjum sínum til Íslands. Pápin, Jógvan Hjelm, gekk burtur á Vágseiði saman við bróðuri sínum, Jaspuri Hjelm, og tveimum synum. Sivar Hjelm flutti aftur til Vágs eitt skifti.

Margrét G Scheving minnist, hvussu abbi hennara plagdi at siga frá um Vág og Føroyar. Á vitjanum í Vági kendi hon, at hon var vágbingur.

Tað er fyri at heiðra minnið um abba mín, at vit geva gávuna, hevur Magrét G. Scheving sagt, tá 3D-prentari og 3 D-skannari varð handað Vágs Skúla.

Seinni er meira útgerð handað Vágs Skúla.

Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson vitja javnan í Vági og vildu fegin geva bygdafólkinum gávu, ið kundi verða øllum at gagni.

Í dag er nærum komið á mál við at gera høli til reiðar, seta útgerðina upp og nú er klárt at taka útgerðina í nýtslu av álvara. Næmingar í Vágs Skúla nýta útgerðina, og arbeitt verður nú við at gera tað meira atkomuligt hjá almenninginum og eisini hjá fólki við rørslutarni.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.