Tíðindi

Føroyski dansurin hevur tað gott, har eldhugaðir lærarar eru

Tað hevði verið ein góð hjálp, um vit í skúlaverkinum fingu ein kvæðakønan lærara í hálva tíð, sum kundi ferðast runt í Føroyum og givið íblástur úti í skúlunum. Tað heldur Jónleif Johannesen, lærari og kvæðakønur.

18-01-2023

Hvussu heldur tú, at føroyski dansurin hevur tað í fólkaskúlanum sum heild?

Mín meting er, at tað stendur væl til á teimum skúlum, ið hava eldhugaðar lærarar. Tað tykist sum allir lærarar eru áhugaðir at geva sítt íkast til føroyska dansin og kvæðini, men at nógvir mangla ta síðstu vitanina ella royndirnar til sjálv at skipa fyri eini fjølbroyttari heildar undirvísing. Tað er eisini mín fatan, at tað er nógv lættari at fáa næmingarnar í innskúlingini og miðdeildini at luttaka virkið við kvæðunum og dansinum enn í framhaldsdeildini. Har eru næmingarnir meiri trekir, so her mugu góðar skúlakreftir leggja høvur í blot fyri at vinna teirra áhuga.

Hvat kundi verið gjørt fyri at kveikt størri áhuga fyri dansinum og kvæðunum?

Eg eri av tí fatan, at tað hevði verið ein góð hjálp, um vit í skúlaverkinum fingu ein kvæðakønan lærara í hálva tíð, sum kundi ferðast runt í Føroyum og givið íblástur úti í skúlunum. Leisturin er royndur fyrr innan tónleik, har Steintór Rasmussen fekk litið upp í hendurnar at geva íblástur til tónleikaundirvísingina. Ein slíkur leistur við kvæðunum og dansinum sum kjarnuøki haldi eg hevði munað. 

Á hvørjum ári eigur at verða skipað fyri skeiði, har lærarar møtast og deila sínar royndir við kvæða- og dansiundirvísingini. Eitt slíkt skeið var síðsta skúlaár, og tað var sera gevandi. Á skeiðnum, sum Nám og Sláið Ring skipaðu fyri í felag, vóru nógvar góðar undirvísingargongdir, sum eru brúktar í skúlunum, lagdar fram og royndar í verki. Lærarar eiga at fáa slík høvi at deila sítt tilfar og royndir, so skúlar kunnu fáa ágóða og íblástur hvør av øðrum.

Eisini er neyðugt áhaldandi at gera meiri undirvísingartilfar innan kvæði og føroyskan dans. Eg haldi, at tað er gevandi og gott fyri undirvísingina, um skúlarnir skipa seg so, at ein ella tveir eldhugaðir lærarar fáa leysgivið nakað av arbeiðstíð síni til at vera vegleiðari á skúlanum í dansitíðini. Hetta fyri at hinir lærararnir kunnu fara í gongd við kvæðini og føroyska dansin, vitandi at vegleiðarin eftir avtalu kann koma inn í skúlastovuna at hjálpa til við at skipa ella at koma við góðum ráðum og hugskotum. Hetta økir um dirvið, trygleikan og fjølbroytnið í undirvísingini.

Er tað nakað ávíst, sum tú heldur ger stóran mun at halda fast við áhugan fyri dansinum í skúlanum?

Tað hevur týdning, at vit umtala føroyska dansin og kvæðini við tí virðing, tey hava uppiborið. At vit geva næmingunum vitanina um, at kvæðini og dansurin eru okkara mentunararvur og er heilt serstakur fyri okkara land. Vit hava varðveitt hesa mentan í úti við 1000 ár, og hon er ein av sterkastu hornasteinunum, sum okkara mál er bygd á. At geva dansinum og kvæðunum rúmd í skúladøgunum í dansitíðini fram ímóti føstulávint og síðani at enda við einum dansidegi, haldi eg er ein góður leistur, sum vit eiga at halda fast við og styrkja.

Í ár er skipað fyri einum dansidegi fyri næmingar úr miðdeild. Dagurin verður í Norðurlandahúsinum tann 15. februar. Tiltakið er fullteknað, og tað vera einir 400 næmingar úr miðdeildini á fleiri skúlum, sum fara at dansa saman hendan dag. Hetta gleði eg meg nógv til. Slík tiltøk eru góð fyri dansin og kvæðini.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.