Tíðindi

Føroyska læraraútbúgvingin er stórur partur av føroyska fólkaskúlanum

Í skjótt 150 ár hava vit útbúgvið lærarar í Føroyum til føroyska fólkaskúlan. Tað eru fá støð í heiminum, har ein lærustovnur hevur so stóra ávirkan á allan fólkaskúlan í landinum, sum tann føroyska læraraútbúgvingin hevur. Vit hava bara tann eina læraraskúlan, sum eisini útbýr nógv tey flestu til lærarayrkið í Føroyum; tí hevur læraraútbúgvingin serstaka ávirkan og setur tónan fyri allan fólkaskúlan og samfelagið. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

10.08.2020

Nú læraraútbúgvingin hevur 150 ár á baki í heyst, hava vit eitt høvi at steðga á, líta aftur á tíðina og seta mál. Á 100 ára degnum í 1970 gav Føroya Læraraskúla út eitt minnisrit, har roynt var at seta orð á, hvønn týdning Føroya Læraraskúli hevði havt, tí illa var, um ein stovnur, ið hevði virkað í einum fólki í eina heila øld, ikki hevði sett síni spor. Metingin var tá, at tað var eingin annar stovnur, sum í tey hundrað árini hevði havt tann týdning fyri Føroyar sum læraraskúlin hevði havt. Nú fimmti ár seinni, á 150 ára degnum, er hendan metingin enn á góðari leið.

Søguleysur er støðuleysur, og í so máta hevur læraraútbúgvingin sína føstu grund í samfelagnum og í fólkaskúlanum. Men um vit hyggja at sjálvari útbúgvingini í dag, so stendur hon ikki á so tryggari grund, sum søgan átti at boðað frá. Síðan læraraútbúgvingin var løgd saman við Setrinum fyri gott 10 árum síðan, so hevur útbúgvingin ikki funnið sína legu. Ymiskir leistir eru royndir, og støðan í løtuni krevur batar, bæði hvat viðvíkur bygnaði, tali av undirvísarum í føstum starvi og ikki minst hølisviðurskiftini, ið eru út av lagi.

Læraraútbúgvingin kann ikki halta víðari sum er, tí hon hevur alt ov stórt samfelagsvirði til tað. Hon krevur eina eftirmeting, so at ein varandi leistur kann finnast, sum hóskar til uppgávuna at útbúgva komandi ættarlið av lærarum til fólkaskúlan. Tað eru góðir partar í verandi leisti, og tað vóru góðir partar í gomlu skipani, sum ikki eru so væl umboðaðir í dag, serliga at tey lesandi vóru nógv savnað, brýndu hvørt annað og vandu samrøðuna, ið er fremsta amboð hjá øllum lærarum. Tað vera broytingar framdar í læraraútbúgvingunum í øðrum Norðurlondun í løtuni, tær royndirnar eiga vit at hyggja at og taka við í okkara meting av læraraútbúgvingini.

Skuldi eg komið við einum føðingardagsynski á 150 ára degnum hjá læraraútbúgvingini, so er tað, at læraraútbúgvingin verður eftirmett og aftur fær hóskandi høli. Tað klæddi útbúgvingini, tá ið nýggi læraraskúlin var vígdur í 1969. Nú fimmti á seinni eru hesi hølini útslitin. Undirvísararnir eru fluttir í annan bygning, meðan tey lesandi sita eftir í gomlu hølunum, ið ikki eru dagførd, har er ov trongt og ótíðarhóskandi. Ein skamblettur fyri útbúgvingina.

Vit mugu taka støðuna á læraraskúlanum í álvara, og politiska skipanin má ganga undan at geva útbúgvingini hóskandi karmar aftur, tí at læraraútbúgvingin hevur beinleiðis ávirkan á allan fólkaskúlan og harvið eisini á samfelagið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.