Tíðindi


Føroysk luttøka á Creativity Forum 2016

Ofta fara føroyingar uttanlands á ráðstevnur at fáa sær íblástur frá útlendingum til sítt arbeiði. Í døgunum 17. og 18. august 2016 skipar Nordic Counsil of Ministers Office in Estonia fyri stórari ráðstevnu undir heitinum: Creativity Forum 2016 – Creativity Combines Differences.

27. juli 2016

Henda ráðstevnan er ætlað lærarum, skúlastjórum og øllum, sum hava við skúlaverkið at gera, og sum ynskja at nýta kreativitet til tess at gera læring stuttligari og meiri viðkomandi í gerandisdegnum. Vanliga plaga umleið 400 luttakarar at vera á ráðstevnuni.


Hesar báðar dagarnar verður skipað fyri fleiri áhugaverdum fyrilestrum. Fyrilestrarhaldararnir koma úr ymsum londum millum annað Danmark, Noregi, Finlandi og Estlandi. Í ár luttekur ein føroyskur fyrilestrarhaldari, Gitte Klein, sum er varastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hon fer at røða um skipanina við stórum flokkum og fleiri lærarum. Hóast nógv hevur verið tosað um smáar flokkar, eru tey í Estonia sera áhugað í skipanini við stórum flokkum. Stóru flokkarnir lata nevniliga upp fyri fleiri áhugaverdum undivísingarmøguleikum, har til ber at eftirmeta og næmingalaga undirvísingina á ein sera áhugaverdan hátt.


Til ber at lesa meiri um ráðstevnuna og fyrilestrarhaldararnar her: http://www.norden.ee/en/research-and-innovation/creativity-forum/creativity-forum-2016


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.