Tíðindi

Føroyingar ynskja styttri arbeiðsviku

Vikuskiftið 19. november spurdi Spyr.fo 500 føroyingar um, hvat teir halda um at stytta arbeiðsvikuna. Av teimum spurdu vóru 47% kvinnur og 53% menn. 71% av teimum spurdu eru limir í fakfelag. Tey spurdu eru javnt býtt millum aldursbólkarnar og úr øllum landinum.

24-11-2022

Í øllum aldursbólkum millum tey spurdu er ein meiriluti, ið ynskir, at arbeiðsvikan verður stytt. Serliga kvinnurnar ynskja eina stytta arbeiðsviku. Hyggja vit at aldursbólkinum 45-59 ár hjá monnum er tó meira javnt; her er bert ein lítil meiriluti, ið ynskir styttri arbeiðsviku.

Kring landið sæst eisini, at í øllum økjum er meiriluti fyri at stytta arbeiðsvikuna. Í Tórshavnar kommunu er meirilutin størstur og í Norðoyggjum minstur. Orsøkin til hetta kann hugsast at vera, at í Tórshavn virkar ein stórur lutur av arbeiðsfjølini innan almenna geiran.

Av teimum, sum ynskja arbeiðsvikuna stytta, vilja 44%, at hon verður 37 tímar, 38% vilja hava hana at vera 35 tímar, meðan tey seinastu 18% ynskja arbeiðsvikuna at vera 32 tímar.

Greiningin ”37 tíma arbeiðsvika – fyrimunir og vansar”, sum fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum gjørdu í oktober 2021, hevur elvt til kjak um longdina á arbeiðsvikuni í Føroyum. Ein partur av hesum kjakinum hevur snúð seg um, hvørt møgulig stytting av arbeiðsvikuni skal fremjast við lóg, ella um partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu taka sær av at loysa málið.

Lesið meiri um kanningina á https://samstarv.org/news/37-tima-arbeidsvika/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.