Tíðindi

Førleikin at lesa danskt viknandi

Hvønn týdning hevur tað fyri lestrarførleikarnar hjá okkara børnum og ungu, at førleikin at lesa danskt er viknandi? Og hvat hevur tað at siga fyri sambandið við grannatjóðir okkara? Nýggja kvalitativa lesivanakanningin vísir, at næmingar í sætta flokki ikki meta seg vera nóg stinnar at lesa danskt

16.11.2022

Føroyingar hava verið í tí støðu, at teir lættliga kunnu samskifta við fólk í grannalondum okkara á donskum og norðurlendskum, og tey, sum fara av landinum at lesa á lærustovnum í Danmark, hava sum heild ikki havt málsligar trupulleikar, ið gera, at tey ikki megna at fylgja við á jøvnum føti við lestrarfelagarnar. Mangt bendir á, at málsliga støðan er við at broytast, tí fleiri teirra, sum hava tikið lut í nýggju kvalitativu lesivanakanningini, siga, at tey halda tað vera torført at lesa eina bók á donskum. Um hetta er úrslit av, at tað verður lisið minni av donskum í fólkaskúlanum, ella tí at børn og ung hava ov lítla venjing í at lesa sum heild, ikki bara á donskum, er ilt at meta um. Í øllum førum siga fleiri í kvalitativu lesivanakanningini, ið er gjørd í tíðarskeiðnum 2020-2022, at tey ikki seta seg før fyri at lesa eina heila bók á donskum.

Danskt er tó ikki útdeytt millum børn í dag, summi lesa danskt, tí tey lesa Jumbo-bøkur og Anders And, og tí at tey hava atgongd til danskar bøkur, men enskt hevur yvirhálað danskt á øðrum plássi, so sum nógv hevur bent á í nøkur ár. Var tað ikki fyri Anders And og Jumbo-bøkur, er spurningurin, hvussu nógv hevði verið lisið á donskum millum børn, tí tá ið tey verða spurd, hvat tey lesa á donskum, eru tað hesar, tey flestu nevna, og børnini siga, at tey lesa tær, tí tær eru stuttligar.

Kvalitativa lesivanakanningin endurspeglar tað, sum kemur týðiliga fram í kvantitativu lesivanakanningini frá 2017-2018, nevniliga, at flestu næmingum dámar best at lesa á føroyskum. Í kvantitativu kanningini sæst, at dreingir lesa minni enn gentur á føroyskum, og at teir lesa meiri á enskum enn gentur. Gentur lesa meiri á donskum enn dreingir. Umframt kemur fram, at tey, sum siga seg lesa nógv í frítíðini, lesa meiri á føroyskum og á donskum, men tey, sum siga seg lesa lítið ella einki, lesa oftari á enskum, enn tey, sum lesa nógv. Hóast tað hevur verið nógv frammi seinastu tíðina, at enskt trokar føroyskt út, so er einki, ið bendir á, at næmingar heldur vilja lesa á enskum fram um á føroyskum.

At danskt víkir plássið fyri enskum, tá ið talan er um ávirkan á málið, sæst eisini í greining av skriviførleikanum hjá 9. floks næmingum, sum Lydia Didriksen hevur gjørt. Ensk ávirkan sæst í øðrum hvørjum stíli, meðan donsk ávirkan sæst í triðja hvørjum stíli. Tað bendir á, at enskt hevur størri ávirkan á mál okkara, enn danskt hevur.

Kvalitativa lesivanakanningin er samrøður við børn í sætta flokki kring alt landið í 19 flokkum í 12 skúlum; sætta floks næmingar eru valdir burturúr, tí tann kvantitativa kanningin vísti, at tað er umleið tá, at hugurin at lesa minkar munandi, um somu tíð sum nýtslan av øðrum miðlum veksur. Í kvantitativu kanningini vóru tað allir næmingarnir í 4., 6. og 9. flokki í skúlunum kring alt landið, sum svaraðu spurnablaði.

Høvuðsúrslitið av kvalitativu lesivanakanningini er, at spennið er sera vítt ímillum flokkar og tær avbjóðingarnar, sum fáa næmingarnir í skúlunum. Næmingar siga seg lesa lítið í frítíðini og hava lítið samband við skaldskap. Í nógvum førum minnir eingin tey á at lesa. Tey hava ilt við at finna eina bók, ið teir tíma og megna at lesa; somuleiðs siga fleiri, at tey makta ikki at lesa eina heila bók. Flætta vit hetta saman við úrslitunum í kvantitativu kanningini frá 2017-2018, so kunnu vit siga, at børn í dag – frá 4. flokki at rokna – lesa minni og minni, eldri tey verða – og at tey sum heild lesa lítið. Og hetta hendir, hóast tað ongantíð áður hevur verið so stórt fokus á týdningin at lesa, bæði í skúla og heima.

Tað eru Sissal M. Rasmussen, ph.d. og adjunktur á Føroyamálsdeildini, Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari, skúlabókavørður og BA og MA í føroyskum máli og bókmentum, og Turið Kjølbro, cand.phil í bókmentum og máli og ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava tikið stig til og gjørt kvalitativu lesivanakanningina. Nýggja kanningin var løgd fram á læraradøgunum í Norðurlandahúsinum í farnu viku. Frágreiðingin kann verða lisin á heimasíðuni hjá Málmenning: https://www.malmenning.fo/wp-content/uploads/2022/11/lesivanakanning2022.pdf


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.