Tíðindi

Førleikastovan eigur at hava nógv fleiri tímar

Førleikastovurnar komu fyri umleið tíggju árum síðan, og tær hava sum heild verið eitt frambrot. Men skulu førleikastovurnar megna tað, sum tær eru ætlaðar til, so eiga tær at hava nógv fleiri tímar. Tað heldur Mirjam Zachariasen, sum er leiðari á førleikastovuni í Skúlanum við Streymin

13.02.2023

Á førleikastovuni í Skúlanum við Streymin hava AKT-lærarin, støddfrøðivegleiðarin og SSP-lærarin ávikavist sjey tímar í part um vikuna til sítt arbeiði. Leiðarin á førleikastovuni, sum eisini er serlærari, fær 8 og ein hálvan tíma til sína uppgávu.

- Hvønn einasta dag renna vit okkum í, at vit hava ov lítla tíð at røkka øllum teimum uppgávunum, vit hava. Tað er ikki soleiðis, at vit siga uppgávur frá okkum, tí tað kunnu vit ikki, men tað verður alla tíðina togað og hálað í hvønn einasta lærara, sum er knýttur at førleikastovuni, so mikið nógv, at hvør einasti okkara roynir alt tað, sum yvirhøvur ber til, at fáa næminginum ta hjálp honum tørvar. Sum leiðari á førleikastovuni átti eg bara at havt 8 og ein hálva tíma á førleikastovuni, men leiðslan í skúlanum hevur valt at geva mær fleiri tímar, tí tað rætt og slætt er neyðugt, men hesir tímarnir verða so tiknir frá øðrum, sigur Mirjam Zachariasen.

Serkunnleikin á førleikstovunum verður nógv brúktur, og tað er sera gott, heldur Mirjam Zachariasen, men tíðin og orkan mugu samsvara teimum uppgávunum, sum eru. Í Skúlanum við Streymin eru 210 næmingar; harumframt koma teir 35 næmingarnir í skúlunum í Hósvík og Hvalvík, sum eisini eru knýttir at førleikastovuni við Streymin.

- Tað er undranarvert, at uppgávurnar samsvara so illa við tímarnar, vit fáa tillutað. Eftir mínum tykki átti hvør einstakur serkunnleiki at arbeitt fulla tíð við sínum øki. Tað er meiri enn nóg mikið til hvønn einstakan til fult starv. Taka vit orðblindni ella lesing sum dømi, so skulu næmingar hjálpast í tímunum at læra at brúka amboð og forrit; tað krevur, at lærarar eru við í tímunum, men tað hava teir ikki møguleika fyri, tí teir hava so fáar tímar. Tað er eingin ivi um, at næmingarnir høvdu fingið nógv meiri burturúr. Eisini foreldur venda sær til førleikastovuna við ymiskum fyrispurningum, og tað mugu vit eisini hava tíð til.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.