Tíðindi

Fólkaskúlin skal ikki vera inkluderandi fyri ein og hvønn prís

– Um talið av næmingum við serligum tørvi alsamt veksur, er vandin í verandi skúlaskipan, at børn, ið bera brek, gerast ein partur av einum so breiðum hópi, sum ikki verður sæddur í nóg stóran mun, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.

07.03.2022

Tað er í dag ein sannroynd, at alsamt fleiri børn stríðast við atferðartrupulleikar, samstundis sum angist og tunglyndi eisini ávirka nógv ung. Hetta merkir, at fleiri næmingar í skúlaverkinum hava tørv á eyka hjálp - eisini fleirmæltar næmingar, ið krevja skipaða serundirvísing. Av tí at so nógvir ymsir bólkar eru, sær Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, ein vanda í, at børn og ung, ið bera brek, kunnu koma at gjalda ein prís av tí sama.

– Um talið veksur, er vandin í verandi skúlaskipan, at børn, ið bera brek, gerast ein partur av einum so breiðum hópi, sum ikki verður sæddur í nóg stóran mun. Fleiri av næmingunum hava ikki sjálvir eina rødd, og avvarðandi eiga ikki at vera tey, ið streingja á at fáa eitt nøktandi skúlatilboð, sigur hon.

Ógreitt, hvat vit vilja

Tá tosað verður um inklusjón í fólkaskúlanum, tosar man um, at børn við serligum tørvi so vítt møguligt skulu undirvísast saman við sínum javnaldrum í vanligari undirvísing við tí stuðli, teimum tørvar. Men spurningurin er, um hetta er skipað rætt í Føroyum, heldur Tóra við Keldu.

– Skal inklusjón skiljast soleiðis, at næmingar við serligum tørvi fyri ein og hvønn prís skulu vera í sama rúmi sum javnaldrarnir, ella skal tað skiljast sum, at vit altíð síggja tørvin hjá einstaklinginum og skapa góð og mennandi tilboð til øll á sama skúla – ella okkurt triðja? Enn hava vit ikki gjørt okkum greitt, hvat vit vilja, sigur hon.

– Talið av teimum, ið ikki passa inn í fýrkantin, sum fólkaskúlin er, gerst í dag størri og størri. Eiga vit tá ikki at spyrja okkum sjálvi, um tað heldur er skúlin, ið eigur at gerast rúmligari og skipaður øðrvísi, enn at skipa fleiri sertilboð? spyr hon.

MEGD-forkvinnan stúrir fyri fakligari eksklusjón.

– Um einstaklingurin ikki fær møguleika at vera virkin og viðurkendur í fjølbroyttu, persónligu menningini, sum hann er, so er tað heldur likamlig inklusjón, sum samstundis kann merkja persónlig og faklig eksklusjón, sigur hon.

Lærarar mugu vera betur ílatnir

Tóra við Keldu ivast ikki í, at einstaku fólkaskúlarnir gera sítt besta.

– Tó mugu vit viðurkenna, at um allir næmingar skulu vera møttir á besta hátt, so eiga lærarar at vera betur ílatnir, sigur hon.

– Til dømis vóru seinastu serlærararnir útbúnir í 2011. Enn hava fleiri ikki fingið serlæraraútbúgving. Sama er fyri aðrar útbúgvingar. Vit hava ment førleikastovur úti á skúlunum, sum tó eru smábýttar. Sernám hevur nógv at gera og náa ikki út til øll, sigur Tóra við Keldu.

Hon hevur nøkur boð uppá, hvat kann broytast.

– Eg hugsi, at vit eiga at gera karmarnar í fólkaskúlanum so góðar og rúmligar, at flestu børn kunnu vera saman við javnaldrunum. Tað vil siga, at flokkarnir ikki gerast ov stórir, at nøktandi faklig vitan verður veitt lærarum, ið verða ílatnir til uppgávuna at skilja fleiri avbjóðingar. Eisini hevur tað týdning, at inklusjón ikki verður sædd sum ein sparing, men heldur sum ein vinningur til frama fyri øll. Hetta kann vera við til at fyribyrgja, at talið av næmingum við avbjóðingum ikki veksur og gerst ov stórt.

Tóra við Keldu sigur, at fyri nakrar næmingar er vanlig undirvísing ikki nøktandi.

– Næmingar við avbjóðingum skulu tí framhaldandi hava møguleika fyri serundirvísing, um neyðugt, sigur hon og vísir á, at hon heldur tað vera ein møguleika at knýta sertilboð at flokkunum á skúlanum, so næmingar kunnu vera í sertilboði ein part av tíðini og ein part av tíðini inni í flokkinum.

– Tá missa teir ikki sambandið við javnaldrarnar. Eisini er tað her ein vinningur, at skúlar skipa soleiðis fyri, at sertilboð eru partur av skúlanum, so at tað er stutt frá sertilboði inn í flokkarnar, sigur hon.

Fyri Tóru við Keldu er grundleggjandi spurningurin, hvussu tað inkluderandi læringarumhvørvið verður tryggjað.

– Altjóða gransking um úrslit av inklusjón av næmingum við avbjóðingum vísir, at inklusjón kann styrkja læringina hjá øllum næmingum. Men um inklusjónin skal eydnast er kravið, at skúlaleiðslur, lærarar og onnur starvsfólk samstarva um inklusjón, síggja virði í einstaka næminginum og hava vitan um undirvísing av næmingum sum heild, eisini teimum við avbjóðingum. Hesi skulu samstundis hava møguleika at samstarva við fakfólk, sum kunnu vegleiða og stuðla arbeiði teirra, sigur hon.

– Semja skal vera um, at allir næmingar hava virði, og allir næmingar hava sama virði, sigur Tóra við Keldu.

Tekstur: Pætur Hjalmar Evensson


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.