Tíðindi

Fólkaskúlin kann á ongan hátt avmarkast til eitt rokniark

Tað má ongantíð henda aftur, at økonomar í embætisverkinum sleppa at hóreiggja sær við lagnu fólkaskúlans, sigur Anders Bondo Christensen, sum var formaður í danska Lærarafelagnum undir stóru kreppuni í 2013, tá arbeiðsgevararnir lýstu verkbann

16-06-2022

- Eingin fólkaskúlanýskipan uttan um læraran.

Boðini eru greið og náðileys frá fyrrverandi formanninum í danska Lærarafelagnum, Anders Bondo Christensen. Tað, sum hendi í Danmark í 2013, má ongantíð henda aftur. Hvørki har ella aðrastaðni.

Hann var formaður, tá nýskipanin fyri fólkaskúlarnar í Danmark varð samtykt við einum meiriluta á Fólkatingi sama ár og sett í gildi árið eftir.

Men nýskipanin fekk kaldliga móttøku frá danska Lærarafelagnum, og tað var ikki uttan svørðsslag, at skipanin fór at virka. 

Stríðið var óvanliga hvast, og nýskipanin gjørdist meira umstrídd, enn partarnir brýggjaðu seg um. Semja fekst ikki í lag millum lærararnar og arbeiðsgevararnar um ein sáttmála, og endin var, at arbeiðsgevararnir lýstu verkbann, eitt sokallað lock-out. Verkbannið, sum varð lýst í apríl í 2013, stóð við í næstan ein mánað. Tað var lítið hugaligt, minnist Anders Bondo Christensen.

Men hví var danska Lærarafelagið so hart ímóti nýskipanini?

Tað eru tað fleiri orsøkir til, sigur Anders Bondo Christensen.

Serliga var tað vantandi legitimiteturin og vanvirðingin fyri lærarayrkinum og fakkunnleikanum, sigur hann. 

- Trupulleikin við nýskipanini var, at uppskotið í grundini varð snikkað til av økonomum í danska fíggjarmálaráðnum uttan neyðuga politiska viðgerð á Christiansborg. Uppskotið bar í alt ov stóran mun brá av, at tað eru økonomar í embætisverkinum, ið hava roknað upp á fíggjarligu avleiðingarnar, fyrimunir og vandar, men hava gloymt, at fólkaskúlin á ongan hátt kann avmarkast til eitt rokniark. Eg havi einki ímóti økonomum, men økonomar hava ikki fakligar førleikar at meta um lærarayrkið og innihaldið í fólkaskúlanum. Tað ber heilt einfalt ikki til at gera ein góðan skúla uttan um læraran, tí tað er lærarin, sum hevur vitanina og skil fyri at leggja til rættis skúlan og undirvísingina, sigur Anders Bondo Christensen.

Danska Lærarafelagið mótmælti harðliga framferðini og vísti uppskotinum frá sær við hvøssum atfinningum. Millum annað vísti felagið á, at tað ber ikki til at leingja um skúladagin og hækka tímatalið uttan at tryggja samsvarandi umstøður til læraran at fyrireika undirvísingina. Felagið kundi heldur ikki taka undir við leistinum, ið skuldi fíggja ætlaðu broytingarnar og noktaði tí fyri at samráðast um arbeiðstíðina hjá lærarunum sum part av teirri ætlanini. Tí endaði nýskipanin sum stórt stríðsmál.

Men hvussu kann Anders Bondo Christensen vera so vísur í, at uppskotið um nýskipan, sum stjórnarflokkarnir, sum tá vóru danski Javnaðarflokkurin, SF og Radikali Vinstri, stóðu aftanfyri, ikki fekk nøktandi og haldgóða viðgerð í politisku skipanini?

Tað er hann, tí stutt fyri fólkatingsvalið í 2011 varð hann biðin um at koma á fund við framsøgufólkini í skúlamálum hjá teimum trimum flokkunum, ið royndu at finna felags semju um skúlapolitikkin, og geva sítt íkast til ein framtíðar fólkaskúla. Stutt eftir hildu flokkarnir felags valfund og løgdu ætlanirnar fram. Men sambært Anders Bondo Christensen var talan um heilt aðrar ætlanir enn tær, sum seinni komu undan kavi og løgdu lunnar undir ta nýskipan, sum varð framd og førd út í lívið tvey ár seinni.

Orsøkin skal finnast í einum skjali frá danska fíggjarmálaráðnum, dagfest tann 18. oktober í 2012. Tað er í hesum skjali, sambært Anders Bondo Christensen, at tað nágreiniliga verður greitt frá, hvørjar broytingar skuldu fremjast í danska fólkaskúlanum næstu árini.

Trupulleikin við hesum var, sigur hann, at uppskotið var ikki nóg væl kjølfest í politisku skipanini. Legitimiteturin vantaði, tí einki av teimum trimum framsøgufólkunum kendi nakað til uppskotið úr fíggjarmálaráðnum, sum ein embætisbólkur við umboðum úr fíggjarmálaráðnum og undirvísingarmálaráðnum hevði orðað. Og kortini trumfaði stjórnin uppskotið ígjøgnum við einum meiriluta á Fólkatingi aftan fyri seg.

Anders Bondo Christensen heldur lítið um framferðarháttin og hevur í fleiri umførum grundgivið fyri sínum sjónarmiðum, tá tíðindafólk hava undrast á, hvussu hann sum formaður fyri danska Lærarafelagið kundi vera ímóti nýskipanini, tá ið ein meiriluti á Fólkatingi atkvøddi fyri.

- Eg eri útbúgvin lærari, taki ábyrgd og verji mítt fak. Eg fari ongantíð at góðtaka og taka undir við nøkrum, sum stríðir ímóti míni egnu sannføring, og sum er beinleiðis skeivt og ger undirvísingina í fólkaskúlanum verri. Ímynda tær, um ein lækni fekk somu harraboð og visti, at avleiðingin var, at sjúklingurin doyði. Eg vóni, at læknin tá hevði tikið avgerð við støði í egnari sannføring og læknafakligum kunnleika, sigur Anders Bondo Christensen.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2022


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.