Tíðindi

Fólkaskúlaráðið verður styrkt

- Vit arbeiða við at styrkja Fólkaskúlaráðið soleiðis, at tey hava møguleika fyri at heita á serkøn fólk, tá ið mál eru til viðgerðar, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

11.07.2022

Fólkaskúlaráðið, sum tók við í januar 2020, situr til eftir ársskiftið komandi ár. Ráðið hevur havt fleiri uppgávur, og landsstýrismaðurin fer at heita á ráðið um eftir summarsteðgin at viðgera, hvussu vit fáa tryggari starvssetanir í fólkaskúlanum. Í ráðnum sita fólk, ið umboða ymsar tættir og liðir í fólkaskúlanum, men tað er ikki nóg mikið, heldur landsstýrismaðurin.

- Vit arbeiða við at styrkja Fólkaskúlaráðið soleiðis, at tey hava møguleika fyri at heita á serkøn fólk í viðgerðini av ymsu spurningunum, tey fáa. Tað hevði Fólkaskúlaráðið at byrja við, men tað hevur tað ikki havt síðstu árini. Nógv mál kunnu vera ógvuliga torgreidd og torfør at lýsa til fulnar; tað er umráðandi, at øll mál verða lýst so væl sum til ber, úr øllum sjónarhornum og við tí serkunnleika, vit hava. Evni, sum til dømis skúlaaftran og skiftið millum dagstovn og skúla, eru torgreidd evni, sum tørvar at verða væl lýst, sigur Jenis av Rana.

Umframt at styrkja Fólkaskúlaráðið hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið viðgjørt spurningin, um eitt yvirskipað ráð eigur at verða sett, sum skal hava uppgávuna at hava eyguni við rákum, sum henda í samfelagnum, og sum ávirka børn og skúla.

- Uppgávan hjá hesum ráðnum kundi verið at komið við uppskotum um, hvussu vit loysa tær avbjóðingar, sum vísa seg. Um eitt yvirskipað ráð fer at verða sett, dugi eg ikki at siga í løtuni; í fyrsta umfari ætla vit at lata arbeiðsbólkin, sum arbeiðir við at endurskoða fólkaskúlalógina, halda fram eftir, at tað arbeiðið er avgreitt, umframt at vit geva Fólkaskúlaráðnum fíggjarligar umstøður, soleiðis at tey kunnu venda sær til ymsan serkunnleika.

Í Fólkaskúlaráðnum sita Vagn Foldbo, skúlastjóri og master í etikki og virðum í feløgum, sum er formaður, Gunnvør Højgaard, serlærari og master í lesi- og skrivididaktikki, Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri, Tom Joensen, fyrstilærari, Tóra Joensen, lærari, Jacob Eli S. Olsen, støddfrøðivegleiðari og formaður í Føroya Lærarafelag, Janus Vang, umboðandi Foreldrafelagið Heim & skúla, Maria á Boðanesi, sernámsfrøðingur og cand.pæd.psyk,  Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari og samskipari, og Magnus Tausen, fultrúi í Undirvísingarstýrinum og skrivari.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.