Tíðindi

Fólkaskúlaráðið verður sett í næstum

Skeiðið hjá undanfarna ráðnum var úti fyri góðum ári síðan. Høvuðsarbeiðssetningurin hjá fólkaskúlaráðnum er at ráðgeva landsstýrisfólkinum í øllum málum víðvíkjandi fólkaskúlanum

30. oktober 2019

Fólkaskúlaráðið verður sett fyri trý ár; tað seinasta varð sett í juni 2015, og teirra skeið var sostatt lokið í juni 2018. Eitt tað fyrsta landsstýrismaðurin við skúlamálum setti út í kortið í nýggja starvinum, var at seta gongd á at seta nýtt fólkaskúlaráð. Mentamálaráðið hevur tó heitt á ráðið, sum hevur sitið síðan 2015, um at sita, til nýggir limir eru valdir.

Hóast tað stendur í fólkaskúlalógini, at fólkaskúlaráð skulu vera, hava fleiri tíðarskeið verið, har einki ráð hevur sitið.

Í fólkaskúlalógini stendur um fólkaskúlaráð í kapittul 8:

§ 58. Landsstýrismaðurin setur eitt fólkaskúlaráð. Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan. Fólkaskúlaráðið kann ráða landsstýrismanninum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi fólkaskúlanum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir bæði formann og ráðslimir. 

Stk. 3. Limirnir verða valdir fyri eitt 3 ára skeið.

Stk. 4. Fólkaskúlaráðið ásetur sjálvt sína fundarskipan.

Stk. 5. Mentamálaráðið er skrivstova ráðsins.

Fólkaskúlaráðini, sum hava sitið, hava síðan 2011 latið úr hondum fleiri álit, eitt nú um sernámsfrøðiliga økið, førleikastovur og forskúla. Uppgávan hjá fólkaskúlaráðnum er eisini at vera ein virkin liður í skipanini, sum støðugt ummælir, eftirmetir og tilmælir neyðugar broytingar á fólkaskúlaøkinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.