Tíðindi

Fíggjarnevndin setir skúlapolitikkin út í kortið

Í skúlanum merkja lærararnir trongu fíggjarkarmarnar. Teir skulu undirvísa meira, og skipanin skal gerast effektivari, alt ímeðan játtanin minkar, og uppgávan veksur. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

07.06.2022

Fólkaskúlin verður alsamt trýstur meiri og meiri í og við, at fíggjarligi karmurin hjá fólkaskúlanum verður trengri og trengri. Føroya Lærarafelag heldur, at tað er ikki í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, at kósin fyri skúlapolitikkin verður sett. Heldur hinvegin er tað í fíggjarnevndini, tí tað er har, ið avgerðin verður tikin um, hvussu stór játtanin til fólkaskúlan er á hvørjum ári, og tað eru krónurnar, ið avgera virksemið.

- Krónurnar røkka ikki til krøvini, sum eru, og kortini eru boðini tey, at skúlin skal koyra víðari og við meira ferð, sjálvt um játtanin minkar. Rokniarkið setir kósina. Hetta eru treytirnar, ið vit virka undir í skúlanum, og tað er at harmast um, segði Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í formansrøðu síni á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum í apríl.

Lærarafelagið ger áhaldandi vart við støðuna. Formaður Føroya Lærarafelags ásannar, at tað krevur áhaldni, ávirkan og væl vald orð at fáa tey, sum ráða, at síggja týdningin av fólkaskúlanum fyri tann einstaka og fyri samfelagið, so at áhugi er at finna neyðugu játtanina at møta vaksandi tørvinum og krøvunum.

- Einki kemur av sær sjálvum, og heldur ikki betri kor til okkum lærarar, ið arbeiða í og um fólkaskúlan, so at vit kunnu geva næmingunum tað skúlatilboð, ið tey eiga sambært fólkaskúlalógini.

Trongu fíggjarkarmarnar merkjast sera væl. Um somu tíð eru tað eisini fleiri og fleiri børn og ung, ið hava trupult við at vera partur av felagsskapinum, og skipanin hevur ikki orkuna at hjálpa hesum børnum.

- Tey eru eisini nógv, ið hava sína greiðu fatan av, hvat skúlin átti at gjørt, uttan at kenna annað til fólkaskúlaskipanina, enn at tey einaferð sjálv hava gingið í skúla. Lærarar eru ein serliga útsettur yrkisbólkur skilt á tann hátt, at øll hava eina meining um fólkaskúlan, og øll eisini halda seg hava fullan rætt at halda upp á sítt. Tað eru eisini nógv, ið vilja inn í fólkaskúlan at siga, hvør uppgávan hjá fólkaskúlanum skal vera. Hesum eiga  vit at standa ímóti, tí at tað er lærarin, ið er fakfólkið í fólkaskúlanum. Vit mugu standa fast, tí at tey fet, ið vit fara eftir hæli, eru tung at vinna inn aftur.

Ein bólkur, sum ógvuliga væl merkir, at karmarnir eru trongir, og uppgávan er vaksin, er flokslærararnir. Uppgávan hjá flokslæraranum, sum er krummtappurin hjá næmingunum í fólkaskúlanum, veksur alsamt. Hetta ger Lærarafelagið javnan vart við, men politiski viljin hevur enn ikki verið at geva flokslæraranum líkinda arbeiðsumstøður.

- Uppgávan hjá flokslæraranum er blivin tyngri, so hvørt sum fleiri næmingar vísa seg at hava ymiskt at dragast við og illa megna at vera í skúla. Hesi børn og ung gerast fleiri og fleiri, og tað krevur, at flokslærarin er við á nógvum fundum og skrivar frágreiðingar. Samstundis er tað tungt at eiga ábyrgdina av næmingum, ið sjónliga hava tørv á hjálp, men lítil hjálp er at heinta. Foreldrini hjá hesum børnunum eru eisini um ein háls og krøkja seg ofta í flokslærarar, tí at eingin annar er. Men flokslærarin kann ikki alt, og hann kann ikki altíð vera tøkur. Tað eru støður, har lærarar mugu siga frá, og sum støðan er í løtuni, so má skúlin seta skipanir í verk at verja flokslæraran, frá at vera køvdur av nógvu og tungu arbeiðsuppgávunum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.