Tíðindi

Færri næmingar í hvønn skúlaflokk

Færri næmingar í hvørjum flokki, betri skipanir rundan um flokslæraran og munadyggari trivnaðararbeiði. Hetta fer alt at bøta um umstøðurnar hjá flokslærarunum. Tað heldur Jenis av Rana, landsstýrismaður

01.07.2022

Flokslærarin er krummtappurin, tá ið talan er um at fáa næmingar í fólkaskúlanum at trívast. Hetta samband vísa kanningar eisini á. Eitt tilmæli í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022-2028 er, at flokslærarin fær meira tíð til sítt arbeiði, og at hann fær ment sínar førleikar í at vera flokslærari. Í samgonguskjalinum er felt niður, at landsstýrið skal arbeiða fyri trivnaðinum í fólkaskúlanum. Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum, heldur, at nógv átøk longu eru framd hetta valskeiðið, ið virka fyri at betra um umstøðurnar hjá flokslærarunum. Hann vísir á, at trivnaðarráðgevi er settur í Námi, og at hesin hevur skipað fyri trivnaðarátøkum í skúlunum, førleikamennandi skeiðum fyri flokslærarum, umframt at menna akt-skipanina.

- Tað sigur seg sjálvt, at fleiri næmingar, ið flokslærarin hevur, umframt at tað eru næmingar í flokkinum, sum hava ávísar avbjóðingar, størri verður uppgávan, og er hann einsamallur um uppgávuna, uttan at flokstoymið luttekur, so er uppgávan enn truplari. Týðandi táttur eru allar tær skipanir, ið eru í einum skúla m.a. flokstoymi, akt-læraraskipanin, førleikastovan og heilsufrøðingurin, sum flokslærarin kann nýta í sínum arbeiði. Tað er umráðandi, at hesar skipanirnar virka og verða brúktar og somuleiðis, at samskiftið millum leiðslu og flokslærarar virkar, tí tað er altíð leiðslan, sum hevur høvuðsábyrgdina av virksemi skúlans. Tað eru so nógv viðurskifti, sum spæla inn, tá ið talan er um flokslæraran. Eg eri sannførdur um, at tá ið SkúlaNet er sett í verk í allari skúlaskipanini, fer tað at gera samskiftið millum flokslæraran og foreldrini munandi lættari og smidligari, og tað verður stórur bati. Fólkaskúlalógin verður endurskoðað í løtuni, og eg vænti mær nógv av tí arbeiðinum, eisini tá ið talan er um flokslæraraleiklutin.

Jenis av Rana vil ikki siga, um broytingarnar, sum fara at koma í kjalarvørrinum á endurskoðaðu fólkaskúlalógini, hava við sær minni undirvísingartíð hjá flokslærarum.

- Eg kann ikki svara tí spurninginum, fyrr enn eg veit, hvat arbeiðsbólkurin, sum situr og endurskoðar fólkaskúlalógina, kemur við. Allir spurningar verða endavendir, og tá ið tey eru liðug, hava vit neyðuga grundarlagið at gera broytingar og tillagingar. Onnur lond hava minkað um floksstøddina; vit hava ikki enn, men mær dámar illa, at vit verða eftirbátur á hesum økinum.

Fyrst í hesum árinum setti landsstýrimaðurin við skúlamálum ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um dagføringar og møguligar broytingar í fólkaskúlalógini, og sum skilst eru tey komin væl áleiðis í arbeiðinum. Í sambandi við ætlaðu broytingarnar hevur landsstýrismaðurin eisini sett  ein politiskan fylgibólk, sum arbeiðsbólkurin, ið viðger broytingarnar, kann ráðføra seg við. Politiski fylgibólkurin umboðar allar flokkar á tingi, og higartil hava tveir fundir verið  millum arbeiðsbólkin og politiska fylgibólkin. Í fyrstu syftu viðger arbeiðsbólkurin tíma- og lærugreinabýtið, floksstødd, undirvísingartímatalið í einstøku flokkunum og býtið millum hugvísindaligu- og náttúruvísindaligu lærugreinarnar og handaverk og list, umframt at trivnaður eisini er umrøddur bæði í sambandi við floksstødd, at skapa tær góðu relatiónirnar í flokkinum og ein fjølbroyttan skúladag við ymsum virksemi.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.