Tíðindi

Fá vaksin vita, um happing fer fram

Tað er ikki óvanligt, at allir næmingarnir vita um happing, sum fer fram í skúlanum, og at tey vaksnu eru tey einastu, sum ikki vita tað.

27.12.2022

Í næstum verður kannað, hvussu trivnaðurin er í skúlunum í Føroyum. Í Noregi var kannað í 2021, hvussu nógvir næmingar í norska fólkaskúlanum eru fyri happing. Kanningin vísti, at 5,9 prosent av næmingunum eru fyri happing í skúlanum. Tað vil siga, at umleið 50.000 børn og ung javnan eru fyri happing. Men hvat er happing? Og hvussu ber tað til, at so fáa vaksin síggja happingina, sum fer fram?

Trupult at verja seg

Í Noregi er ein depil fyri læruumhvørvi og gransking í atferð í barnagørðum og skúlum. Depilin samstarvar tætt við skúlar og barnagarðar fyri at skapa trygt og gott læruumhvørvi. Sum ein liður í hesum arbeiðinum hava tey gjørt ein film um happing í skúlanum, sum eitur “Alle vet”. Filmurin er vorðin til eftir áheitan frá deplinum. Í filminum tóku granskarar støði í, at happing byrjar við, at ein persónur ikki fært vart seg, og at hesin persónurin er fyri negativum hendingum í eitt tíðarskeið.

– Tað eru fleiri allýsingar av, hvat happing er, men henda allýsingin er tann mest brúka í gransking og praksis, sigur Nina Grini, lekari á Læringsmiljøsenteret við Universitetið í Stavanger. Hon hevur eisini verið verkætlanarleiðari á filminum og skrivað handritið til filmin.

Ikki øll vita

Filmurin snýr seg um happing og vísir, hvussu fløkt og samansett ein happingarstøða kann vera. Í filminum vita øll, hvat gongur fyri seg – uttan lærarin.

– Hetta er ikki óvanligt í norskum skúlastovum. Vit vita, at happing fer fram í ymsum rúmum, so sum skúlastovum og á gongini, men hon fer eisini fram í afturlatnum rúmum, har tey vaksnu ikki koma, so sum klædnagoymslum ella í talgilta rúminum, sigur Grini.

Hon leggur aftrat, at endamálið við filminum er at vísa, hvussu álvarsom happing er, og at tað hon hevur avleiðingar fyri eitt heilt umhvørvi, ikki bara fyri tann ella tey, sum verða rakt av happingini.

Hon kann eisini fáa álvarsamar avleiðingar fyri øll, sum eru uppí. Filmurin er gjørdur fyri at økja um vitanina um, hvat happing er, og ætlanin er at hann skal brúkast í stríðnum móti happing.

Mugu fáa meiri vitan um happing

Grini greiðir frá, at tað er umráðandi, at øll tey, sum arbeiða við børnum og ungum, ogna sær størri vitan um, hvat happing er.

Tað er ikki fyrr enn tú veitst um tað, sum hendir, at tú kanst steðga tí. Harumframt er vitanin við til at kunna arbeiða betur fyribyrgjandi.

– Tá fleiri í einum umhvørvi kenna væl til fyribrigdið happing, og øll varpa ljós á happing samstundis, verða møguleikarnir fyri at broyta og bøta nakað uppaftur størri. Hetta verður í gransking nevnt simultan tiltøk, sigur Grini.

Vilja hava hægri status

Mann kann undrast á, hvat tað er, sum fær børn og ung at fremja og gera øðrum børnum og ungum ilt. Tað kann snúgva seg um at hoyra til ella vald. Í hesum sambandinum verður vald tongt saman við sosialum statusi, altso tað at vera væl umtóktur.

– Til eina slíka frágreiðing hoyrir tað eisini til, at tú hevjar teg upp um onnur ella verri útsetir onnur fyri happing fyri at fáa hægri status ella halda fast við hægri status. Nýggj gransking vísir, at summi eisini fara út um síni egni moralsku mørk, tá ið tey happa onnur, sigur Grini.

Tørvurin at hoyra til í einum sosialum felagsskapi ella at vera útihýstur hann hava ávirkan á, at happing fer fram.

– Tí er arbeiðið við inkludering umráðandi í skúlanum og frítíðarskúlanum. Arbeiðið at syrgja fyri – og at øll hava kensluna at vera inkluderað – eigur at vera tað mest týðandi í arbeiðnum við fyribyrging, eisini í arbeiðnum aftaná, sigur Grini.

Tey vaksnu mugu fylgja við

Nógvar happingarstøður fara fram uttan at tey vaksnu í skúlanum og frítíðarskúlanum vita, hvat hendir. Hetta er avbjóðandi og samansett arbeiði. Happing kann vera sera trupul at uppdaga.

Tað krevur, at tey vaksnu fáa møguleika at læra at síggja hetta og venja tað, tey skulu síggja, tí tey vaksnu í skúlanum hava skyldu sambært lóg at fylgja við og kanna, hvat næmingar hava at siga um spæl og læruumhvørvi.

– Tey vaksnu mugu hava vitan, førleika og rætta hugburðin, soleiðis at tey syrgja fyri, at happing ikki fer fram yvirhøvur, men eisini fyri at uppdaga happing og steðga happing, sum fer fram, sigur Grini.

Mugu skilja, hvat tey skulu hyggja eftir

Tað kann kortini vera ringt hjá lærarum og øðrum vaksnum í skúlanum at vita, hvat tey skulu hyggja eftir. Filmurin «Alle vet» hevur í tí sambandi til endamáls at geva vaksnum størri vitan um fyribrigdið happing, soleiðis at tey eru í røttu brillunum og skilja, hvat gongur fyri seg.

– Vitan er týdningarmikil byrjan fyri at seta góð átøk í verk í skúlanum í arbeiðinum at basa happing, at broyta hugburð og steðga happing. Hetta er umráðandi fyri tey vaksnu, sum arbeiða við børnum í skúlanum, men eisini fyri foreldur. Tað kann hava við sær, at átøkini móti happing eydnast betur, sigur Grini.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.