Tíðindi

Evnarík børn verða mangan misskilt

Evnarík børn verða mangan misskilt, og tey verða hildin at hava atferðartrupulleikar

02.11.2018

- Børn, sum eru evnarík, verða mangan kannað, tí tey sýnast at hava atferðartrupulleikar. Tey keða seg lættliga í skúlanum, og tað kann føra til, at tey fáa eina atferð, sum órógvar hinar næmingarnar og undirvísingina, og tey verða fatað sum strævin. Tá ið tey so eru kannað, vísir tað seg mangan, at tey hava høgt vitskutal (IQ), sigur Ella Cosmovici Idsøe, professari, við Naturfagsenteret á Universitetetnum í Oslo, sum hevur skrivað bøkurnar «Våre evnerike barn» og «Elever med akademisk talent i skolen».

Umleið tvey til fimm prosent av børnunum hava óvanligar førleikar at læra; hesi børnini hava mangan vitskutal á 130 ella hægri, men tey klára seg neyðturviliga ikki betur enn onnur, tá ið talan er um avrik ella úrslit. Hetta hevur sambært Idsøe nakað at gera við, at heilin á teimum mennist skjótari. Frástøðan millum intelligentu og kensluligu menningina kann vera stór. Tá ið tú tosar við ein evnaríkt seks ára gamalt barn um verðinsrúmið, kann tað vera sum at tosa við eitt vaksið fólk, men fimm minuttir seinni kann tað kensluliga bera seg at sum eitt lítið barn.

- Av tí at tey tosa so búgvið, kunnu fólk hava størri væntanir til hesi børnini, men tey eru hóast alt børn.

Evnarík børn kunnu sambært Idsøe hava stóran áhuga í abstraktum fyribrigdum so sum tíð, rúm og deyðanum. Eitt av fyrstu teknunum um, at barnið er serliga evnaríkt, er sambært Idsøe, at barnið lærir tíðliga at tosa.

- Hesi børnini kunnu vera ógvuliga verbal, tey seta nógvar spurningar, og tey læra sjálv at lesa. Hóast starvsfólkini í barnagarðinum síggja hetta, er tað ikki altíð, at skúlarnir fáa vitan um, hvussu væl børnini eru fyri. Tað besta hevði verið, at lærarin veit, hvussu barnið er fyri, áðrenn tað kemur í skúla, tí hvat skal lærarin gera, tá ið barnið longu dugir at lesa og rokna, og tá ið tað keðir seg frá fyrsta skúladegi?

Idsøe heldur, at lykilin til at hjálpa evnaríkum børnum er, at læraralesandi undir útbúgvingini fáa kunnleika til, hvønn tørv evnarík børn hava, og hvussu tey kunnu tillaga undirvísingina til teirra.

- Fyri summi børn kann tað vera rætta loysnin at fara í skúla eitt ár fyrr. Tíverri er hugburðurin hjá mongum, at hesi børnini klára seg væl sjálv. Men tað er ein mýta, tí hesi børnini hava líka stóran tørv á lærarum, sum onnur børn hava. Missa tey hugin at læra, verða tey dovin og avrika minni og verri enn tey kunnu, sigur hon.

Eyðkenni, sum eru vanlig hjá evnaríkum børnum:

Lítlan tørv á svøvni
Ógvuliga forvitin
Gott minni
Læra skjótt
Læra tíðliga at tosa og hava eitt vælment orðfeingi
Stóra almenna vitan
Nógv áhugamál
Skapandi og stórt hugflog
Árvakin øll barnaárini
Ógvuliga virkin
Kenslulig og empatisk
Síggja loysnir eingin annar sær
Tíma væl at spæla við tøl, labyrintur, putlispøl, meðan tey eru heilt lítil
Tíma betur at spæla við børn, sum eru eldri enn tey
Kensluliga intens
Mangan vælmentan humoristiskan sans
Hugsa og gera niðurstøður tíðliga
Duga at hugsavna seg leingi

Kelda: Lykkeligebarn.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.