Tíðindi

Eru friðarligar tannáringagentur í serligum vanda?

Er orsøk at stúra, um tannáringagentan er innhugsin, tigandi og ongantíð ger nakað skeivt? Ein nýggj norsk kanning, sum hevur fylgt innhugsnum tannáringum í Noregi í ungdómsárunum, staðfestir, at tað gongur teimum sera væl. Granskarar hava fylgt teimum í 25 ár.

20. november 2020

Nógv bróta reglurnar ella gera minni lógarbrot í ungdómstíðini, sum til dømis at stjala, sníkja seg upp í bussin, roykja ella drekka rúsdrekka, áðrenn tú hevur aldur til tað.

Yrkisfólk meta hetta at vera týdningarmiklar royndir. Tey ungu granska nýggja samleikan við at bróta mørk og reglur saman við øðrum ungum, halda tey.

Við at tamba mørkini, sníkja seg upp í bussin og drekka øl, áðrenn tú hevur loyvi til tað saman við javnaldrum, mennir álitið, vinaløg og sosialar førleikar. Men á gamla, støvutu floksmyndini frá skúlanum sært tú kanska eina gentu ella drong, sum tú ikki minnist yvirhøvur at hava gingið í sama flokki við. Hesi eru smæðin og søgdu einki í tímanum. Í fríkorterunum stóðu tey fram við veggjunum. Tey vóru aldri við, tá ið onkur hevði veitslu heima. Meðan onnur drukku rúsdrekka, royktu og brutu reglur, tóku tey seg aftur. Tey vóru friðarlig og samvitskufull. Tey bíðaðu við at fáa sær maka, og tey bíðaðu eisini við kynslívinum.

Tað var í 1993, at Terrie Moffitt, professari, av fyrstan tíð varpaði ljós á hesi ungfólkini í eini grein um børn og ung við atferðartrupulleikum. Tey smædnu, innhugsnu, sum ongantíð gjørdu nakað skeivt, høvdu til tá verið undir radaranum.

Granskararnir hildu, at tey kunnu vera í vandabólki fyri at falla uttan fyri felagsskapin sum vaksin. Tey sluppu ikki upp í týdningarmikla læring, og at hetta kundi merkja tey víðari í lívinum.

– Gransking frá nítiárunum og framyvir bendu á, at hesi “alt ov friðarligu” ungfólkini kunnu fáa trupulleikar við at menna sambond við onnur, sosialar førleikar, at tey fóru at stíðast við at fáa maka og børn, og kanska trupulleikar í arbeiðslívinum.

Tað sigur Willy Pedersen, professari við Instituttið fyri sosiologi og samfelagsfrøði, við Universitetið í Oslo, til forskning.no.

Fleiri kanningar hava seinni sligið fast, at hesi innhugsnu ungfólkini høvdu stórt sjálvstamarhald. Tey stóðu uttan fyri felagsskapin, meðan javngomul gjørdu sær sosialar royndir. Men vóru tey av teirri orsøku í vanda fyri at standa uttan fyri samfelagið?

– Tankin aftan fyri, at hesin bólkurin er ein lítil sjónligur vandabólkur stendur framvegis sterkur millum yrkisfólk í mongum londum, sigur Pedersen.

– Nógv hava borið ótta fyri, at slíkir einsamallir ungdómar ikki megna at menna vinaløg, ikki megna at vera í parlagi, fáa sær maka ella børn, og kanska detta uttan fyri í arbeiðslívinum, sigur Willy Pedersen.

Tað er sagt, at tey, sum ongantíð hava gjørt nakað skeivt, meðan tey vóru ung, geva orsøk til stúran. Foreldur hjá innhugsnum tannáringum hava stúrt. Men fáar kanningar kunnu staðfesta, at hetta í grundini er rætt. Slíkar kanningar eru krevjandi, tí granskarar mugu fylgja einstaklingunum í nógv áratíggju. Ein kanning úr Nýsælandi bendir á, at tað gongur væl við einsamøllum dreingjum, tá ið teir koma upp í 20-árini, men hetta hevur fingið lítið uppmerksemi.

Nú hevur Willy Pedersen savnað upplýsingar um eitt umboðandi úrval av tannáringum í 1992. Saman við starvsfeløgum við Universitetið í Oslo, Oslo Met og NOVA hevur hann fylgt luttakarum í 25 ár. Luttakararnir eru nú umleið 40 ár. Úrvalið er 2494 gentur og dreingir. Málið var at síggja, hvussu tað gongur teimum, sum eru innhugsin, tá ið tey eru vaksin. Luttakararnir hava svarað spurnabløðum, sum granskararnir hava sett í samband við almennar skrásetingar. Teir innhugsnu ungdómarnir, sum aldri hava gjørt nakað skeiv, taldu 8 prosent av úrvalinum. Tað vóru fleiri gentur enn dreingir í bólkinum.

– Tað er spennandi at síggja, hvussu tað hevur gingið teimum sum vaksin, sigur Pedersen.

Hava tey ikki gjørt sær týdningarmiklar royndir sum ung, tá ið tey ikki hava brotið normar og reglur? Hypotesan var, at færri teirra hava fingið eina góða útbúgving. At nógv ikki høvdu arbeiði, men vóru arbeiðsleys ella fingu almannaveiting, og at fá høvdu fingið familju.

– Tað vísir seg, at hypotesan ikki heldur. Tað hevur gingið teimum væl, og tað kemur óvart á. Tú kanst kalla tað hevndin frá nørdunum, sigur hann við forskning.no. Terrie Moffitt, við Duke University í USA, er eisini granskari og knýttur at kanningini og somuleiðis UiO.

Tað er tí als eingin orsøk at stúra. Tey, sum ikki hava brotið reglur sum tannáringar, klára seg minst líka væl ella betur enn onnur. Kanningin er almannakunngjørd í tíðarritinum í Developmental Psychology.

– Bæði genturnar og dreingirnir hava fingið góða útbúgving, tey tjena væl og fá eru arbeiðsleys ella fáa almannaveiting. Tey klára seg nógv betur samanborið við tey, sum hava framt nógv lógarbrot ella hava brotið nógvar normar.

Tey ungu vaksnu, sum vóru útvend og frí og partur av felagsskapinum sum tannáringar, kláraðu seg tó allarbest.

Granskararnir hava eisini hugt at teimum, sum í tannárunum ikki gjørdu nakað skeivt og harumframt vóru einsamøll við fáum vinum í ungdómsárunum.

– Eisini hesi hava klárað seg væl, men tey vóru í størri vanda at verða marginaliserað í arbeiðslívinum, samanborið við tey, sum ongantíð gjørdu nakað skeivt.

Tað, sum tískil er komið fram í granskingini, stuðlar ikki ástøðinum um, at tey, sum eru nógv fyri seg sjálv ungdómsárini og ikki taka lut í lógarbrotum, eru ein sárbarur bólkur við vánaligum framtíðarútlitum.

Nýggja kanningin er ein partur av verkætlanini Ung i Norge, sum skal lýsa sálarliga heilsu, rúsevnisnýtslu og lívsdygd.  

Pedersen heldur, at vit kunnu læra nógv av kanningini. Serliga er hann upptikin av, at tað at hyggja at eini lívsleið yvir drúgva tíð gevur betri og tryggari svar enn løtumyndir.

– Ungar gentur og dreingir, sum ongantíð hava gjørt nakað skeivt, missa nógv spennandi og eftir øllum at døma týdningarmiklar royndir, sum aðrir tannáringar gera. Men fyri foreldur, sum hava børn, sum eru innhugsin og sera skikkilig sum tannáringar, er tað neyvan nøkur orsøk at stúra. Lítið bendir á, at hetta fer at avmarka tey nógv seinni í lívinum, sigur Pedersen.

Og skalt tú hava floksveitslu ella hátíðarhald, hevur Pedersen hesa áheitanina:

– Kanska sært tú onkran, sum tú als ikki minnist at hava gingið í tínum glokki. Kann tað vera, at tú undirmetti hann ella hana?

Pedersen mælir okkum til at tosa við tey, hóast tey hava virkað av verið ósjónlig og keðilig, meðan tey gingu í skúla.

– Tú fert kanska at síggja, at tey hava nógv upp á hjarta og at fortelja.

Kelda: forskning.no

 

   


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.