Tíðindi

Er vitlíki ein fyrimunur ella vansi í undirvísingini?

Við ChatGPT og øðrum dátuforritum kunnu næmingar yrkja, skapa tekstir og annað eftir ongari tíð. Eyvind Elstad, professari, hevur í nýggju bók síni ráð um, hvat lærarar kunnu gera, tá næmingar brúka vitlíki.

19.01.2024

Eftirgjørdur intelligensur ella vitlíki so sum ChatGPT og líknandi talgild amboð verða mangan tikin fram bæði sum ein hóttan og bjarging. Tey, sum skulu skriva eitthvørt, sama hvat fyri arbeiði tey hava, kunnu skriva eina stutta frágreiðing við hjálp frá einum skrivirobotti. Tað sparir tíð, og tað kann føra til eitt betri úrslit.

Hvussu skúlin og lærarar eiga at brúka hesa tøknina, er hinvegin ikki so greitt. Eyvind Elstad, professari við Instituttið fyri læraraútbúgving og skúlagransking á Universitetinum í Oslo hevur í nýggju bók síni Læreren møter ChatGPT kavað niður í hetta sera torgreidda evnið.

Elstad greiðir frá, at hann hevur skrivað bókina fyri at eggja lærarum og læraralesandi miðvíst at nærkast møguleikunum og avbjóðingunum, sum henda nýggja tøknimenningin kann føra til í skúlanum.

Skúlin eigur at hava ein hugburð til nýggja tøkni

Elstad undirstrikar, at læring ikki snýr seg um at gera framleiðslutilgongdina meiri effektiva soleiðis sum tað verður gjørt í vinnulívinum, men um at læra sum mest.

– Tú kanst fáa eitt essay um Hamlet frá ChatGPT eftir tíggju sekundum, men tað merkir ikki í sjálvum sær, at næmingurin lærir nakað um at skriva ella um Hamlet. Næmingurin, sum brúkar forritið at týða ein tekst úr sponskum til sítt móðurmál, lærir neyðturviliga ikki spanskt, sigur granskarin.

Elstad vísir á, at nýggj tøkni er ikki nýtt fyri skúlan: 

– Skúlin møtir alla tíðina nýggjum sløgum av nýhugsan. Allir næmingar í miðnámi hava hvør sína teldu. Tað, sum vit brúka sum læruamboð í dag, er øðrvísi enn fyrr. Wikipedia og alfrøðin eru tøk fyri allar næmingar, og tað mugu lærarar leggja upp fyri. Við kjattmenni fær skúlin eina nýggja tøkni aftrat at hava eina støðu til, men hvussu vitlíki fer at ávirka mátan, sum næmingar læra, vita vit ikki nóg nógv um enn.

Eftirlýsir ítøkiligari hjálp

– Teir flestu skúlarnir hava ikki enn atgongd ella hald til forritini, sum lærarar og næmingar kunnu brúka. Tað merkir, at teir í roynd og vera bróta persónsverjuna hjá næmingunum, um næmingar brúka hesi amboðini, sigur Elstad.

– Av tí at vit enn ikki hava so nógva gransking á økinum, sigur tað seg sjálvt, at lærarum tørvar vegleiðing og stuðul, sigur Elstad. 

Professarin undirstrikar, at orsøk er at halda, at amboð so sum ChatGPT kunnu vera gagnlig fyri læring á summum økjum, men ikki øllum. Til dømis, tá ið næmingarnir skulu skriva egnar tekstir, kann amboðið koma við uppskotum um batar. Hetta kann lætta um arbeiðið hjá lærarunum. ChatGPT kann svara spurningum, sum næmingarnir hava, sambært Elstad:

– Ofta svarar samrøðurobotturin sera væl og nøktandi, men tekstgrundarlagið, sum hann byggir á, er neyðturviliga ikki tillagaður samtekstinum í samfelagnum. Í slíkum førum eiga næmingar at brúka aðrar keldur. 

– Næmingar hava brúk fyri førleikum at meta kritiskt um svarini, sum samrøðurobottarnir koma við, eisini um tey hava eina politiska slagsíðu, sigur professarin.

– Hvussu gagnlig amboð so sum ChatGPT eru, er treytað av lærugreinini, og hvørjar næmingar lærarin hevur. Tað er lærarin, sum eigur at gera av, um amboðið er gagnligt fyri læringina ella ikki. Hetta snýr seg um, hvussu tú arbeiðir sum lærari, og tí er tað eisini nakað, sum læraraútbúgvingin eigur at taka upp, sigur Elstad.

Hann heldur, at spurningurin um, hvussu ChatGPT kann verða brúkt í undirvísingini í einstøku lærugreinunum er týðandi at hava fyri eyga.

– Tað er her, at komandi lærarar fáa eitt grundarlag at taka amboðið í nýtslu har, sum tað er gagnligt fyri lærutilgongdina, sigur Elstad. 

Professarin sigur, at hann sjálvur hevði viljað at havt atgongd til hesa tøknina, tá ið hann var næmingur og lesandi.

– Tøknin hevur nakrar møguleikar, sum vit eiga at brúka, sigur Elstad. 

− Vit eiga at takkla óvissuna, sum vitlíki elvir til

Professarin er ikki púra sannførdur um, hvørt nýggja kjattmennið er gagnligt ella ikki. Hann vísir á, at tað fer tíðin at vísa, og vitanin, sum vit hava og fara at fáa, fer at verða meiri og meiri týðandi í tí kjakinum.

Ráð frá professaranum til lærarar, sum vilja nýta kjattmenni í undirvísingini:

·       Tað er grundleggjandi munur á lærutilgongdini og úrslitinum á tí, tú lærir. Næmingurin eigur framhaldandi at ogna sær varandi vitan og førleikar. Tað merkir, at næmingurin eigur at dúva upp á vitan og førleikar uttan at hava atgongd til hjálpartól og hjálparmiðlar.

·       Finn út av, hvat vitlíki kann geva í lærugreinunum. Eru svarini røtt? Kann tøknin lætta um arbeiðsuppgávurnar? Um so er er skilagott at brúka tøknina.

·       Skapa karmar og ger leiðreglur fyri nýtsluna av amboðum so sum ChatGPT, soleiðis at næmingurin er førur fyri kritiskt at meta um tað, sum hann fær burtur úr at brúka tað.  

Fer at granska í vitlíki í skúlastovuni

Elstad er nú í ferð við eina granskingarverkætlan um, hvussu vitlíki verður brúkt í undirvísing. Verkætlanin eitur «Educators and Learners meet Articifcal Intelligence», og tað er Harald Eriksen, granskari, sum leiðir verkætlanina.

Granskararnir fara at kanna nærri, um vitlíki hevur ávirkan á, hvussu lærarar arbeiða saman við øðrum lærarum, sosialar normar og hvussu leiðslan í skúlanum hevur tað við vitlíki.

Kelda: forskning.no

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.