Tíðindi

Er næmingur ikki hóskandi ílatin, er tað ein spurningur millum næming og foreldur

Skúlin hevur heimild at seta tiltøk í verk, tá skúlin gerst varugur við umstøður, sum kunnu órógva næmingarnar, flokkin og undirvísingina. Í fólkaskúlanum, eins og í øðrum arbeiðsplássum og undirvísingarstovnum kring landið, finnast tað í samsvari við siðvenju nakrir vanligir normar fyri klædnabrúk, og hesir normar liggja ofta til grund fyri óskrivaðar reglar um, hvørji klæðir eru hóskandi til skúlabrúks. Tað sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu, um klædnareglur í skúlanum.

17.05.2023

Løgtingskvinnan setti landsstýrismanninum fýra spurningar:

1. Tekur landsstýrismaðurin undir við metingini hjá skúlastjóranum í Vestmanna skúla um, at gentur í nalvablusu órógva arbeiðsumhvørvið á skúlunum kring landið?
2. Metir landsstýrismaðurin, at tað eru gentur og kvinnur, sum sjálvar hava ábyrgdina av, hvussu onnur reagera uppá teirra kropp ella klæði?
3. Metir landsstýrismaðurin, at tað er í samsvari við fólkaskúlalógina, at einstakir skúlastjórar – og ikki skúlastýrini – gera slíkar reglur á fólkaskúlum kring landið?
4. Um so er, at slíkar reglur verða settar í verk, hvør skal so gera av, hvussu stuttur ein niðurdeilur kann vera ella hvussu niðurringað ein blusa kann vera? 5. Hevur skúlin heimild til at seta tiltøk í verk, um slíkar reglur ikki verða hildnar?

Svarið hjá landsstýrismanninum kann lesast her:

https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10417


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.