Tíðindi

Er læraraútbúgvingin vorðin ”ov akademisk”?

Skulu bara undirvísarar við fólkaskúlalæraraútbúgving undirvísa á Námsvísindadeildini á Setrinum, so avmarka vit læraraútbúgvingina nógv meiri, enn vit kanska gruna, og vit missa meira fyri minni. Tað heldur Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini

08.10.2020

Tá ið læraraútbúgvingin varð løgd um til bachelorútbúgving, stúrdu summi fyri, at útbúgvingin fór at missa kjølfestið í fólkaskúlanum, og at hon fór at gerast ”ov akademisk”. Søguliga hevur læraraútbúgvingin altíð havt kjølfesti í fólkaskúlanum; seinastu hálvu øldina hevur útbúgvingin mestsum verið undir somu lon sum ein stórur fólkaskúli. Hetta er søga nú, tí næmingarnir, sum hava gingið í gamla Venjingarskúlanum á Frælsinum, flyta í ár í stóra nýggja Skúlan á Fløtum. Men kjølfestið í fólkaskúlanum verður neyðturviliga ikki bara tryggjað við, at tú hevur fólkaskúlanæmingar rundan um teg, heldur Erla Olsen. Hon samanber javnvágina millum akademiska partin og tann yrkisrættaða við ein sterkan, hentan og tríbeintan krakk.

- Tað er gamal tvídráttur at seta tað akademiska upp ímóti tí yrkisrættaða og viga annað tyngri enn hitt. Men lærarayrkið hvílir á trimum beinum, og er eitt teirra styttri enn hini bæði, so skinklar krakkurin og verður óstúttur. Sum læraralesandi hevur tú eitt undirvísingarfak, sum er ein vitan, sum tú skalt miðla til næmingarnar. Síðani skalt tú hava vitan um, hvussu tú skalt miðla vitanina, og umframt tað skalt tú hava eina vitan um tað alment didaktiska, námsfrøðiliga og sálarfrøðiliga, sum er fortreyt fyri, at tú fært hinar báðar partarnar at rigga. Vit kunnu ikki skilja hesar partarnar sundur. Hevur tú til dømis ikki tann alment didaktiska partin, so kann tað gera tað sama, hvussu nógva vitan, tú hevur um eitt evni, tí tú megnar ikki at miðla hana, um tú fært ikki næmingin og flokkin at savna seg um tað, sum tú miðlar.

Dekanurin tekur sostatt ikki undir við teimum, sum siga, at læraraútbúgvingin hevur flutt seg ov nógv frá tí yrkisrættaða yvir í tað akademiska.

Formaður Lærarafelagsins hevur í seinastuni borið fram, at av tí, at fleiri teirra, sum undirvísa teimum læraralesandi, ikki hava kunnleika til fólkaskúlan og gerandisdagin har, hevur útbúgvingin ikki nóg gott kjølfesti í fólkaskúlanum. Erla Olsen heldur ikki, at tað eigur at verða krav til øll, sum undirvísa á Námsvísindadeildini, at tey – umframt akademiska vitan – skulu hava fólkaskúlaprógv ella royndir í fólkaskúlanum.

- Hetta er ikki vegurin fram, tí so bakka vit bara og fara aftur til tað, sum einaferð var, og sum vit í dag vita ikki stendur mát við krøvini í dagsins so nógv meira fjøltáttaða samfelag. Í gomlum døgum skuldi tú hava læraraútbúgving umframt eitt árskeið á DPU. Hetta røkkur ikki longur. Krevja vit, at bara undirvísarar, sum hava fólkaskúlalæraraútbúgving skulu sleppa at undirvísa á Námsvísindadeildini, so missa vit meiri fyri minni, tí vit avmarka læraraútbúgvingina nógv meiri, enn vit kanska gruna í fyrstu syftu. Tað, sum vit sum samfelag hava tørv á, er ein fjølbroyttan undirvísarahóp. Vit skulu ikki útihýsa førleikum, sum líkjast frá. Tvørturímóti tørvar okkum eina integrerandi tilgongd fyri júst at tryggja ymiskleika. Eisini hava vit skyldu til í mest møguligan mun at royna at hava undirvísarar, sum eisini menna førleikarnar hjá teimum lesandi at brúka føroyska málið í ymsu fakøkjunum. Hetta avmarkar okkum at leita út um landoddarnar eftir undirvísarum, tí teir skulu helst duga føroyskt. Vit leggja okkum eftir at seta fólk við serstøkum førleikum og serstakari vitan um eitt evni, men annað útilokar ikki hitt, sigur Erla Olsen.

At kjølfestið og eisini tilknýtið millum útbúgving og fólkaskúla er broytt seinastu mongu árini, er ikki so løgið, tí samfelagið broytist skjótt, og útbúgvingin mennist. Men bondini til fólkaskúlan eru enn sum áður sterk, sigur Erla Olsen, sum í gerandisdegnum á Námsvísindadeildini sær, hvussu djúpt samleikin liggur í hvørjum einstøkum læraralesandi.

Les alla samrøðuna við Erlu Olsen í Skúlablað nr 5, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.