Tíðindi

Er lærarin strongdur, rakar tað eisini næmingarnar

Ein amerikonsk kanning staðfestir, at tað hevur avleiðingar fyri næmingar, tá ið lærari teirra er strongdur. Norsk gransking vísir, at ein av fimm lærarum umhugsa at geva í yrkinum, eitt nú orsakað av strongd

24. apríl 2020

Lærarayrkið er gevandi, men tað er eisini krevjandi. Ein av fimm lærarum í Noregi umhugsa at gevast í yrkinum, sambært eini kanning frá 2014. Men á hvønn hátt ávirkar tað næmingarnar, at lærarin er strongdur? Tað hava granskarar í USA roynt at funnið út av. Teir hava gjørt kanningar í 9 skúlum í USA. Umleið 100 lærarar hava svarað spurningum um, hvat tað er, sum ger, at arbeiðið elvir til strongd, og hvussu teir royna at fáa bilbugt við strongdini. Granskararnir staðfestu eftir kanningina, at vóru lærararnir strongdir og ikki dugdu ikki at sleppa burtur úr strongdini, gekk tað út yvir næmingarnar.

Fleiri enn 90 prosent av lærarunum í kanningini søgdu frá strongd, men teir flestu mettu seg megna at hava tamarhald ástrongdini. Tó vóru 28 prosent illa fyri og megnaðu hetta ikki, og millum hesar lærararnar sóu granskararnir nógvar lærarar, sum vóru útlúgvaðir og útbrendir, og at teir høvdu lægri væntanir til sín sjálvs um at megna arbeiðið. Teir vóru í størri mun enn aðrir lærarar eftir næmingunum, og í flokkunum, sum hesir lærararnir høvdu, vóru fleiri næmingar, sum høvdu tunglyndi. Sostatt ber til at siga, at tað er eitt mynstur við negativari samávirkan, sum kemur í, tá ið lærarar hava strongd, skriva granskararnir í kanningini, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of School Psychology.

Tá ið árið var av, kundu granskararnir seta órógvandi atferð hjá næmingunum umframt trupulleikar við at hugsavna seg saman við strongdini hjá lærararunum. Lærarar, sum høvdu strongd í minni mun og sum dugdu at arbeiða við strongdini, vóru í væl minni mun útbrendir, og høvdu betri viðurskifti við bæði næmingar og foreldur at næmingunum.

- Vit vita, at strongdarstigið millum norskar lærarar er høgt, men vit brúka kortini ikki hugtakið strongd, sigur Einar M. Skaalvik, professari við NTNU samfelagsgransking.

Hann hevur í fleiri ár granskað í viðurskiftum hjá lærarum. Einar M. Skaalvik og Sidsel Skaalvik hava bæði kannað, hví lærarar í Noregi velja at siga yrkinum farvæl; henda granskingin vísir aftur til amerikonsku kanningina.

– Strongd er eitt sindur ullint fyribrigdi, og fólk leggja ymiskt í, hvat tað merkir. Vit spyrja heldur um útlúgvan, stúran og tunglyndi, til dømis. Men av somu orsøk fáa vit eisini onnur svar og úrslit, samanborið við, um vit spurdu um strongd, sigur Skaalvik til forskning.no.

– At vera útlúgvaður er ikki tað sama sum at vera útbrendur; tað er stigið, áðrenn tú ert útbrendur, og vit vita, at stigið fyri at vera útlúgvaður er høgt millum lærarar í Noregi.

– Nærum allir lærarar uppliva høgt tíðartrýst. Og tíðartrýst er tann størsta orsøkin til, at lærarar kenna seg útlúgvaðar. Útlúgvan er týdningarmikil orsøk til, at lærarar vilja gevast í yrkinum. Men tað eru eisini orsøkir, sum ikki eru líka vanligar, sum hava stóra ávirkan, og tað er eitt nú trupulleikar við at fáa frið í flokkinum, at fáa næmingarnar at gera eftir boðum og tvístøður við foreldur. Aðrar orsøkir til at kenna seg útlúgvað eru innanhýsis tvídráttir, eitt nú í læraratoymum, ósemjur við leiðsluna og so framvegis, sambært Skaalvik.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.