Bloggur

Er danskt farin tíð?

Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari /skúlabókavørður og B.A. og M.A. í føroyskum bókmentum og máli, bloggar

02-12-2022

Ein kona kom til mín á eini samkomu fyri nøkrum árum síðan. Hon vildi vita, hvaðani eg kom. Hon tosaði norskt  og eg gøtudanskt. Tá ið eg hevði nevnt Føroyar, spurdi hon, hvussu tað bar til, at eg dugdi danskt.

Eg segði henni, at vit lærdu danskt í skúlanum. Hon hugdi vantrúgvin at mær og spurdi meg, hví ólukkan føroysk børn skuldu læra danskt í skúlunum. Tað helt hon vera burturspilt tíð. Heldur skuldu vit lært børnini enskt frá 1. flokki, so tey dugdu tað til lítar. Tað var nóg mikið at duga enskt, og tað fór framtíðin at vísa, segði hon.

Longu í 00-unum sóu vit, sum undirvístu í donskum, at tað tók at dragna ímillum næmingar og tilfar. Yngru næmingarnir høvdu ilt við at megna at lesa tekstin í lesibókunum, og máluppgávurnar vóru ov torførar. Tilfarið var danskt móðurmálstilfar. Um sama mundi varnaðust vit, at eldru næmingarnir kendu ikki mong vanlig orð, og tað tyngdi tilognanina av innihaldinum í tekstum.

Eg tosaði í heyst við ungan lærara, ið undirvísir í donskum í miðdeildini, og hann segði mær, at tað var tungt at undirvísa í donskum. Danska móðurmálstilfarið var ikki egnað til lærugreinina, og næmingarnir skiltu ikki, hví teir skuldu læra danskt. Teir vildu heldur havt meiri av enskum.

Vanligt var, tá ið okkara næmingar byrjaðu við donskum í 3. flokki og høvdu 5 tímar um vikuna tey trý fyrstu árini, at byrjað var við tilfari til 2. flokk. Hetta vísti seg mangan at vera heppið fyri teir næmingarnar, ið høvdu ilt við at lesa raðið, tí lærarin í donskum undirvísti á byrjunarstøði við ljóðum og lesing.

Tey fyrstu 3-4 árini var undirvíst í tilfari til yngri floksstig. Hetta gloppið varð lokað um 6.-7. floksstig, og t.d. 7. flokkur nýtti danskt móðurmálstilfar ætlað 7. flokki í Danmark.

Í nýggju lesivanakanningini frá 2020-22 siga næmingar í 6. flokki, at teir megna ikki at lesa eina danska bók, tí teir duga ikki danska málið nóg væl.

Skúlabókavørðir siga, at tað verður lítið lænt av donskum bókum í skúlunum, men næmingar eru farnir at spyrja nógv meiri eftir enskum bókum. Hetta stuðlar eisini tí, ið kom fram í stílakanningini, ið undirritaða gjørdi, nevniliga at enskt hevur størri ávirkan á mál- og skriviførleikan hjá næmingunum, enn danskt hevur. Ivaleyst speglast her aftur, at okkara næmingar hava meiri samband við enskt enn danskt mál.

Tað eru nøkur ár síðan, at foreldur at lesandi í Danmark gjørdu vart við, at børn teirra høvdu málsligar avbjóðingar í samband við lesturin; bæði tá ráddi um lesing og skriving. Tað var ov tungt hjá teim lesandi at lesa fakligu bøkurnar, og tey megnaðu ikki at orða seg nóg neyvt, tá tey skuldu skriva uppgávur. Í dag er hetta vorðið púra vanligt at hoyra. Tískil eru mong foreldur noydd at vera málsligir stuðlar, tá t.d. uppgávur og próvtøkur skulu fáast frá hondini.

Danska lærugreinin hevur ígjøgnum árini mist nógvar undirvísingartímar í føroyska skúlaverkinum; bæði í fólkaskúlanum og í miðnámi. Hetta hevur við sær, at førleikin í málinum er munandi viknaður.

Alt bendir á, at tímamissurin forkemur donskum sum amboðsfaki, tí tað verður ikki lært nóg væl longur. Alt fleiri duga ikki danska málið nóg væl og á nóg høgum støði, so tað tænir teimum sum amboð í lestrinum.

Annað er so, at tá førleikin verður so grunnur, at børnini í  6. flokki ikki megna at lesa eina bók, tá er vandi fyri, at danskt sum samskiftisamboð er um at forfarast. Vert er at hugsa um, at danskt tænir okkum eisini sum brúgvamál inn í hini norðurlendsku málini og knýtir okkum til okkara grannalond fyri norðan.

Tað er at undrast á, at vit í Føroyum ongan orðaðan og skipaðan málpolitikk hava. Vit, ið varða av einum so lítlum máli, ið hvønn dag er undir støðugum trýsti uttanífrá; ikki minst frá enskum, nú sjálvt smábørn eru farin at tosa enskt sínámillum.

Sjálvandi skulu vit duga enska málið væl og virðiliga; men vit skulu eisini duga onnur grannamál væl og virðiliga. Jú, fleiri mál vit duga, jú betri eru okkara fortreytir fyri at skilja onnur og aðrar mentanir.

Eg havi mangan hugsað um norsku konuna og hennara hugburð. Í dag má eg sanna, at hon var framsíggin, tíverri.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.