Tíðindi

Er autisma kortini ikki arvalig?

Ein nýggj kanning bendir á, at umhvørvisviðurskifti kunnu hava størri týdning enn áður hildið, tá ið talan er um autismu.

01.09.2023

Orsøkin til autismu hevur verið og er enn lutvíst ein gáta. Granskarar vita, at arvur kann hava nógv at siga. Teir vísa á, at fleiri enn hundrað íleguvillur kunnu økja sannlíkindini fyri autismu. Kanningar av tvíburum hava áður víst, at tað er 90 prosents møguleiki at arva austimu. Men tað er um somu tíð stórt kjak millum granskarar um, um hetta talið ikki er mett ov høgt, og um umhvørvisviðurskifti hava meiri at siga enn áður hildið. Tað segði Ulike Långh, sálarfrøðingur, í eini samrøðu Karolinska Institutet í Svøríki í 2019.

Aldurin hjá foreldrunum

Kanningar hava eitt nú víst, at børn hjá foreldrum, sum fingu børn seint í lívinum, eru í størri vanda at fáa autismu. Pápar, sum eru 50 ár ella eldri, hava 66 prosent størri møguleika at fáa eitt barn við autismudiagnosu, samanborið við pápar í væl yngri árum. Hetta vísir ein altjóða kanning.

Lág burðarvekt

Ein nýggj kanning frá Uppsala universiteti og Karolinska Institutti í Svøríki vísir, at lág burðarverkt kann hava nakað at siga fyri, um tú verður fødd ella føddur við autismu. Kanning av eineggjaðum tvíburum bendir á hetta. Í slíkum kanningum kunnu granskararnir hyggja nærri at bæði ílegum og umhvørvi gjøgnum ymiskar samansetingar. Hetta gevur teimum betri innlit í, hvørji viðurskifti í umhvørvinum ávirka annan tvíburin og ikki hin.

Bruni í uppvøkstrinum

Umframt lága burðarvekt meta granskararnir, at autisma er vanligari millum børn, sum hava fingið medisinska viðgerð í sambandi við sjálvan barnsburðin. Tað er eisini galdandi fyri børn, sum hava havt heilaskjálvta, krampar ella bruna í uppvøkstrinum.

– Tað, sum vit hava funnið út av, er, at vit kunnu seta autismu í samband við vaksandi tal av ymsum vandum tíðliga í lívinum, sigur Johan Isaksson. Hann er leiðandi granskari á kanningini og arbeiðir á Uppsala universitetið.

Granskararnir halda, at tað, sum teir hava funnið út av, vísir, at stórur tørvur er á størri uppmerksemi, tá ið talan er um umsorgan undir barnsburði, til dømis menningini hjá fostrinum og brunum, sum barnið kann fáa fyrsta liviárið.

Frá «Rain Man» til tarnað

Umleið eitt prosent av fólkinum hevur autismu, halda granskararnir. Eyðkennini vísa seg vanliga fyrstu trý árini og vara alt lívið. Fólk við autismu kunnu vera ógvuliga ymisk. Orsøkin er, at hetta ikki bara er eitt syndrom – heldur sannlíkt fleiri. Fólk við autismu kunnu vera sera væl fyri, eins og Raymond Babbit, sum Dustin Hoffmans spælir í «Rain Man», men tey kunnu eisini vera ógvuliga illa fyri og hava tørv á nógvari hjálp.

Fyri granskararnar er tað ein trupulleiki, at fólk við autismu eru so ymisk, tí tað er nevniliga ikki ein broyting í heilanum, sum øll við autismu hava. Tí er alt viðvíkjandi autismu framhaldandi ein gáta.

Skilja ikki sosialar kodur

Tað er vanligt eyðkenni fyri tey, sum hava autismu, at tey hava avmarkað evni at samskifta við tey, sum eru rundan um tey. Tey kunnu hava ilt við at seta seg inn í, hvussu onnur hugsa og hvussu tey hava tað og sum heild skilja sosialar kodur. Tí vita tey mangan ikki, hvat verður væntað av teimum í sosialum støðum. Tey hava eisini ilt við at síggja heildina og gerast mangan burtur í smálutum.

Framhaldandi seta vit fyrst og fremst autismu í samband við dreingir og menn. Teir hava nevniliga fýra ferðir størri sannlíkindi fyri at fáa diagnosuna samanborið við kvinnur og gentur, men granskarar halda kortini, at talan er um myrkatøl her.

Gentur fáa sjáldnari diagnosu

Kajsa Igelström, nevrofysiologur við Linköpings universitet í Svøríki, hevur sjálv autismu. Hon segði á eini ráðstevnu í 2018, at hon heldur, at gentur og kvinnur eru undirdiagnostiseraðar, tí tær duga væl at kamuflera. Tær leggja stórt trýst á seg sjálvar fyri at passa inn í sosiala umhvørvið. Fyri tey, sum standa uttanfyri, kann tað vera ringt at síggja, at alt ikki ruggar rætt.

Skilja ikki seg sjálvar

Lena Liman, sum er svenskur journalistur, hevur sagt við heimasíðuna forskning.no at hon hevur stríðst nógv við at vera sum onnur. Hon megnaði tað leingi, men tað gjørdi nærum av við hana. Hon fekk diagnosuna í 2012. Tá hevði hon livað við autismu í nærum 32 ár uttan at vita tað. Hon skilti ikki seg sjálva, og hon skilti ikki onnur. Hóast hon royndi av øllum alvi at klára tað, sum onnur klára, miseydnaðist tað altíð.

– Eg kendi meg sum ein fremmandan fugl, sum aldri kendi felagsskapin og tryggleikan eins og onnur, segði hon.

Røttu brillurnar

Liman heldur, at heilsuverkið eigur at vera í teimum røttu brillunum, tá ið talan er um autismu, og gáa meiri um gentur og kvinnur við autismu og teimum stóru frábrigdunum, sum eru.

– Trupulleikarnir, sum eg hevði, vórðu tulkaðir við øðrum brillum. Kanska tí, at sálarfrøðingar og psykiatarar ikki væntaðu at síggja tað, sum teir sóu, hjá eini kvinnu?

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.