Leys størv

ENDURLÝSING Starv sum fyrstilærari í Skálavíkar skúla

Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum leiðara, ið hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í fólkaskúlanum

Starvið sum fyrstilærari í Skálavíkar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2020. Í Skálavíkar skúla eru 9 næmingar í 1. - 5. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Ein lærari umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Um starvið

Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans og fíggjarstýringini. Høvuðsuppgávurnar eru:

• at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning

• at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning

• at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans

• at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd

• at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt.

Førleikakrøv

• Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærari og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

• Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving innan leiðslu

• Harumframt skulu umsøkjarar hava áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Skálavíkar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkunum 31.2 og 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi,

C.V. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 3. juli 2020.

Umsóknin verður stílað til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Tinghúsvegur 5-7, Postrúm 3279,

110 Tórshavn ella við

t-posti: ummr@ummr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja ella skriva til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044, t-postur: jenny@ummr.fo.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál, gransking og uttanríkismál. Eisini eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og frítíðarvirksemi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.