Tíðindi

Elstu næmingarnir eiga at fara í skúla aftur

Tað heldur Felagið Heim og skúli

29. apríl 2020

Bæði í Danmark og Føroyum eru vit komin eftir, at næmingar, ið sum hava avbjóðingar fakliga og á annan hátt, ikki taka lut í fjarundirvísingini, sum í hesum døgum eyðkennir serliga undirvísingina av elstu næmingunum, í so stóran mun, at teir einki samband hava við skúlaverkið. Harumframt vísir donsk gransking, at gott og væl 20 prosent av næmingunum hava ilt við at fylgja við í fjarundirvísingini, og tað er eingin orsøk at halda, at støðan er øðrvísi í Føroyum.

Foreldrafelagið Heim & Skúli heldur tí ikki, at fjarundirvísing av elstu flokkunum er haldbar loysn í langa tíð. Tá ið vit nú vita, at tað í løtuni er eingin spjaðing av covid-19 í Føroyum, heitir Foreldrafelagið Heim & Skúli  á landsstýrið um at lata elstu flokkarnar at koma aftur í skúla, í øllum førum fyri ein part. Hetta kann gerast við íslendskari fyrimynd. Ísland hevur somu royndir sum vit við tálmandi innanhýsis spjaðingin av covid-19, nevniliga ongan tilburð eftir 21. apríl. Í Íslandi fáa elstu næmingarnir undirvísing fáar tímar um dagar, og teir koma í skúla forskotið, og frá 4. mai byrja allir árgangirnir í skúla aftur sum vanligt.

Eftir samráð við Skúlaleiðarafelagið er Foreldrafelagið komið til ta niðurstøðu, at eitt slíkt tiltak hevði kravt, at undirvísingin av 1.-3. flokki eisini verður ávirkað, tí hesir flokkar brúka nú stórar partar av skúlans øki og flestu lærarar. Hetta er ein politisk avgerð, sum eittans kann verða tikin av heilsufakligu ráðgevingini hjá landsstýrinum, men Foreldrafelagið Heim & Skúli heldur, at bæði lærarar og foreldur høvdu kent seg trygg, um møguleikin samstundis verður avmarkaður, at smittan kyknar uppaftur í samfelagnum. Ísland hevur til dømis viðtikið kravt sóttarhald fyri øll, sum koma til Íslands eftir tann 24. apríl, tað vil siga eftir at innanhýsis spjaðingin helt uppat.

Janus Vang, formaður fyri Foreldrafelagið Heim & Skúli


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.