Tíðindi

Eitt áhugavert og gevandi starv

Fornemmasta uppgávan hjá leiðslunum er at tryggja ein góðan skúla. Tað gerst við at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har lærarar kenna seg hava virði fyri skúlan, samstundis sum arbeiðið er innihaldsríkt og gevandi. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

06.07.2021

Nú námsfrøðingarnir hava verið í verkfalli, hava vit hoyrt, at teir hava heimsins týdningarmesta starv. Tá eg tosi við mínar starvsfelagar, so eru vit eisini samd um at vit hava eitt týdningarmikið starv. Tað er áhugavert og gevandi og kennist meiningsfult at fara til arbeiðis.

Hvør okkara her á landi hevur tað týdningarmesta starvið, eri eg helst ikki rætta fólkið at taka støðu til. Tað hevur helst stóra ávirkan á persónligu metingarnar, alt eftir hvørji støðu ein er í. Um einstaklingurin ikki hevur børn í barnagarðs- ella skúlaaldri ella arbeiðir á økinum, so loyvi eg mær at ivast í, um tey uppliva  námsfrøðingar og lærarar at vera tey, ið hava týdningarmesta starv.

Tá tað er sagt, so hevur tað stóra ávirkan á okkum, um vit kenna okkara arbeiði týdningarmikið. Undan avgerðini einstaki lærarin hevur tikið um at lesa til lærara, hava uttan iva ligið nógvir tankar um útbúgving og arbeiðsmøguleikar. Lærarar hava linjulestur í ymiskum lærugreinum ella økjum. Tá lærari velur linjugrein, er tað helst tí, at hann metir hetta hava týdning fyri menningina hjá næmingunum. Lærarar eru best útbúnir at undirvísa í sínum linjugreinum. Tó so kann tað vera trupult á smáu skúlunum at tryggja lærugreinalestur í øllum fakum.

Fornemmasta uppgávan hjá leiðslunum er at tryggja ein góðan skúla. Tað gerst við at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har lærarar kenna seg hava virði fyri skúlan, samstundis sum arbeiðið er innihaldsríkt og gevandi. Tað er stórur munur í undirvísingini, tá lærarin hevur hug og hegni til tað, hann undirvísir í, í mun til, tá lærarin av einhvørji orsøk undirvísir í fakum, hann ikki kennir seg eins tryggan í. Skúlatíðin hjá næmingunum kann kennast long, tí ræður tað um at skapa forvitni og lærihug hjá næmingunum. Um hetta skal hepnast, má lærarin kenna seg væl. Fremsta uppgávan hjá leiðslunum er tí at leggja arbeiðið á skúlanum soleiðis til rættis, at lærarar í størsta mun kenna seg og sítt arbeiði týdningarmikið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.