Bloggur

Eitt roknistykki ið ikki gongur upp!

Lisa Randi í Dali, læraralesandi á fyrsta ári, skrivar

12.10.2012

"... men vit fara ikki at smyrja matpakkan hjá tær. Tú kemur ikki sovandi ígjøgnum, og her verður onki fjasarí, men tú sleppur at vera forvitin, tú skalt vera forvitin, tað krevja vit av tær!..." 

Í 2 mánaðir havi eg smurt mín egna matpakka og verið forvitin, eins og sjónvarpslýsingin fyri Fróðskaparsetrið lýsti eftir! Komin í skúla, fyrsta skúladag, finni eg skjótt útav, at forvitni ikki er einasta kravið: "Hetta er ein fulltíðarlesnaður. Tað vil siga, at vit krevja av tykkum, at tit skulu brúka 40 tímar um vikuna til lesnaðin." Í somu løtu hetta var sagt, fóru tankarnir á flog. Sitandi lotandi í samkomuhøllini ímyndaði eg mær meg sjálva sitandi heima, framman fyri einum óruddiligum skrivaraborði, við einum reyðum penni í aðrari hondini og eini leksikon í hinari. Og eg fór at smílast, tí mær dámdi væl hesa myndina av mær sjálvari. Myndina av lesandi Lisu! Ja, eg enntá gleddi eg meg til, at dag um dag sita og rætta alskyns villur og kasta runt við vísindaástøðum framman fyri einum óruddiligum skrivaraborði.


Og nú, tveir mánaðar eftir, eg siti her og hugleiði um farnu tíðina framman fyri sama skrivaraborðið, undrist eg yvir - hvar er óruddið:)


Ein skuldi hildið, at eg ansi eftir borðinum, sum var tað ommusa fína stell ella klenodium, ið helst ikki skal takast í brúk! Her er okkurt, sum ikki samsvarar, eitt roknistykki, ið ikki gongur upp! Hví er skrivaraborðið so ruddiligt:) 40 tímars forvitni um vikuna átti at verið ligvið eitt óruddað skrivaraborð!


Mær nýtist tó ikki at undrast serliga leingi yvir hetta roknistykki, áðrenn eg finni feilin! Fyri tað fyrsta, havi eg slettis ikki sitið 40 tímar við skrivaraborðið - og so langt frá tí!


Hví:) Eri eg dovin:) Nei.


Tími eg ikki:) Jú, eg tími.


Hví havi eg so ikki gjørt, sum kravt var av mær:) Svarið er einfalt. 3.737 kr. er ov lítið!


Krøvini frá skúlanum og lestrarstuðulin samsvara ikki! Eg eri so forvitin sum eitt smábarn, men tær 3.737 kr., sum eg fái um mánaðin, kann eg ikki grava meg niður í skúlabøkurnar fyri, sum eg so innarliga ynski at gera! Fyri at halda forvitnismotorin í gongd, noyðist eg at eta heilsugóðan mat, sum kostar eyka nógv her heima! Fyri at hava eitt tak yvir høvdið, noyðist eg at leiga frá privatum útleigarum, tí vit hava ongar bíligar lestrarbúðir her heima! Og 3.737 kr. er einfalt ikki nóg mikið til hesar báðar útreiðslurnar!
Altso: Eg noyðist til arbeiðis!


Er hetta ein feilur, sum skúlin hevur yvirsæð:) Hvussu kann skúlin beinleiðis krevja, at eg bæði eri forvitin og lesi 40 tímar um vikuna fyri 3.737 kr. um mðr., tá vit búgva í Føroyum:)


Væntar skúlin, at velja vit at lesa í Føroyum, er tað tí, at vit búgva í kjallaranum hjá mammu okkara, sum serverar heitan døgurða til okkara hvørt kvøld:) Eg haldi, at um skúlin skal loyva sær at krevja, beinleiðis krevja, 40 tímars forvitni fyri 3.737 kr. um mðr., so noyðast hann at leggja eitt krav omaná: at vit eiga eina góða familju, sum vit kunnu búgva hjá og eta frá í lestrartíðini!
Eg kann kanska leggja afturat, at hetta var ikki galdandi, tá eg las niðri. Tá samsvaraði stuðulin við útreiðslurnar! Eg kundi eta væl og gjalda leigu fyri lestrarstuðulin. Og á tann hátt bleiv eg til ein stoltan eigara av einum óruddiligum skrivaraborði!


Fyri at taka saman um, tá mann býr í Føroyum, verður 3.737 kr um mðr + 40 tímars forvitni = Ø.


Fylg við í mínum næsta bloggi, um eg onkursvegna megni at ruska til "ommusa fína klenodie", áðrenn farið verður til fyrstu próvtøkuna longu í komandi viku!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.