Tíðindi

Eitt av trimum børnum viga ov nógv

Yvirvekt ella fiti rakar eitt av trimum børnum í aldrinum seks til níggju ár í Evropa.

1. august 2018

Heldur henda gongdin fram, fer talið á børnum í Evropa, sum eru yngri enn 5 ár og viga ov nógv, at vaksa úr 41 milliónum í dag til 70 milliónir í 2025. Tað eru granskarar í Evropa, sum koma við hesi ávaringini; ávaringin byggir á nýggja frágreiðing, sum tekur støði í dátu frá 46 londum í Evropa.

Fiti millum børn er serliga ein stórur trupulleiki í londunum við Miðjarðarhavið, Spania og Italia. Í hesum báðum londunum viga 35 prosent av dreingjunum, sum eru 11 ár, so nógv, at vit kunnu tosa um fita. Sama er galdandi fyri 22 prosent av gentunum. Frágreiðingin ger ikki skilnað millum fiti og og yvirvekt, hóast talan í grundini ikki er um júst tað sama. Yvirvekt nýtist ikki at merkja vánalig heilsa, men fiti er ein heilsutrupulleiki og er við til at økja um vandan fyri sjúkum.

Útreiðslurnar fyri viðgerð, sum er knýtt at sjúkum, ið hava samband við yvirvekt og fita, er ein tíggjundapartur av útreiðslunum til heilsu í Evropa.

Tað er United European Gastroenterology (UEG), sum hevur biðið um frágreiðingina. Boðskapurin frá teimum er, at heilsumyndugleikarnir í Evropa ikki megna hesa avbjóðingina.

Meiri enn áttandi hvør persónur í heiminum vigar nú so nógv, at vit tosa um ógvisliga yvirvekt. Tvífalt so nógv sum í 1975. Hetta vísir ein kanning frá fyrr í ár. Hon byggir á tøl frá 1698 kanningum og fatar um 19,2 milliónir vaksin úr 186 londum. WHO, Heimsheilsustovnurin, hevur nýliga lagt úr hondum tað 69. World Health Assembly. Har var yvirvekt á dagsskránni, sum ein av fleiri stórum heilsutrupulleikum. WHO vil eitt nú gera enda á marknaðarføring av ósunnum mati og drykkjuløgi til pinkubørn og smábørn. Frágreiðingin frá UEG vísir, at børn, sum fáa góðan og sunnan mat fyrstu árini í lívunum, hava 10 prosent størri møguleika fyri at sleppa undan lívshóttandi barnasjúkum.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.