Tíðindi

Einki er, sum tað plagar!

Tað hevði verið gott at sloppið aftur í skúla. Eingin ivi um tað. Síðstu vikurnar hava vit kýtt okkum at fáa sum frægast burtur úr umstøðunum, vit endaðu í. Foreldur, avvarðandi, næmingar, lærarar og leiðslur royna enn av øllum alvi at fáa hendan óvanliga gerandisdagin at hanga saman, og soleiðis fer tað nokk eisini at vera nokk so nógvar vikur afturat. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

21. apríl 2020

Nýggjar leiðir mugu roynast, og nýggir møguleikar mugu troytast. Orðini Teams og fjarundirvísing hava næstan verið í øðrumhvørjum setningi, og nógvir lærarar eru blivnir serfrøðingar á økinum. Jú, tað hevur eftir umstøðunum gingið rættiliga væl, men tað hevur eisini verið strævið og als ikki bara ein dansur á rósum. Lærarar hava stríðst og strevast til tess at fáa alt at rigga so væl sum gjørligt, so at næmingarnir kunnu fáa so dygdargóða undirvísing, sum til ber.

Men fjarundirvísing kemur aldri at avloysa vanligu undirvísingina. Tað liggur eisini í sjálvum orðinum “fjarundirvísing”. Gamaní, tað er fikst og hent amboð at hava til at taka í hesum óvanligu tíðum og kanska eisini gott sum eitt ískoyti til vanliga undirvísing í vanligum tíðum, men fjarundirvísing er sjálvsagt ikki fullkomin. Dagliga sambandið í skúladegnum millum lærara og næming manglar, og tað er ómissandi, tá ið tú undirvísir og arbeiðir við menniskjum.

Gerandisskúladagurin í skúlastovuni, har tú kanst ganga ímillum næmingarnar og práta við teir, hjálpa teimum og í heila tikið bara vera saman við teimum í skúlastovuni. Ivist heldur onga løtu í, at næmingarnir eisini sakna hetta. Mong foreldur hava síðstu vikurnar allarhelst upplivað, at børnini júka um, at tey vilja sleppa aftur í skúla, ella at tey kanska ikki tíma inn á Teams aftur. Teimum leingist aftur til gerandisdagin.

Eisini lærarar kring landið munnu ynskja seg aftur í skúlan. At fáa ein gerandisdag aftur við undirvísing og ikki minst at sleppa til arbeiðis aftur saman við sínum starvsfeløgum. At práta um dagligu undirvísingina, at venda og snara ymiskum ivamálum saman við einum starvsfelaga, og síðst, men ikki minst, løturnar við einum góðum kaffikoppi, tá ið allir heimsins trupulleikar verða loystir.

Hvussu víkur og vendir, er hetta so vikan, tá ið yngstu næmingarnir kunnu koma í skúla aftur, og harvið skulu summir lærarar eisini aftur í skúla. Fyrireikingarnar hava verið nógvar og drúgvar, og helst eru framvegis nøkur ivamál. Einki er kortini at ivast í, at lærarar fara at royna at lofta øllum trupulleikum, sum stinga seg upp. Tað hevur verið gjørt higartil, og tað fer so sanniliga eisini at verða gjørt næstu vikurnar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.