Tíðindi

Einasta blað, sum er skrivað til tey

Tá STROK kemur inn í skúlastovuna, raðfestir Annika Restorff Holm, lærari í Sankta Frans skúla, altíð ein part av undirvísingini til at lesa blaðið saman við næmingunum. Tað ger hon, tí tey fáa nógv burturúr, og tí hetta er einasta blað, sum er til føroysk børn

29.11.2018

- Tey eru altíð glað, tá bløðini koma inn gjøgnum hurðina. Tað er ofta soleiðs, at tey seta seg hjá hvør øðrum at hyggja og lesa í bløðini. Og so lesi eg ymiskt fyri teimum úr blaðnum. Sovorðið stuttligt sum Gaman vilja tey altíð hoyra. Og so plagi eg ofta at lesa onkra grein fyri teimum.

Annika vísir á, at tey fáa nógv burturúr blaðnum. Evnini, sum verða tikin upp í blaðnum, eru sera viðkomandi hjá børnunum, og tey halda, at tað er spennandi at lesa og hoyra um onnur børn kring landið. Ofta kenna tey onkran, og tað halda tey altíð er stuttligt. Eitt nú hildu tey tað vera øgiliga spennandi at hoyra um ein dugnaligan klintrara, sum hevði gingið í sama skúla sum tey. Eisini eru tey røsk at tosa saman um tað, sum tey lesa, sigur Annika.

- Tað er kenslan, sum tey fáa av, at hetta er eitt blað til tey, sum ger tað so gott. Tað snýr seg um at halda tey til. Eg plagi at skriva nakrar reglur til foreldrini, um at hetta er einasta blað, sum er skrivað til júst henda málbólkin. Eg veit, at tað kostar eitt sindur, men eg trúgvi uppá, at tey fáa nógv burturúr, um tey lesa tað.

Tá tað snýr seg um tilfar til børn, er tað blivið nógv betur seinastu árini, vísir hon á. Lærarar í dag hava nógv gott tilfar at brúka á føroyskum, eitt nú allar krabbabøkurnar. Men samstundis, sigur hon, eru tað nógv børn, sum ikki skilja púra vanlig føroysk orð og hugtøk úr gerandisdegnum, og næmingarnir biðja hana siga ymiskt á enskum í staðin.

- Børn í dag verða bumbarderað við útlendskum tilfari frá tí, at tey eru fødd. Og STROK kann heilt sikkurt gera mun. Tað er bara í so stórari kapping við alt annað. Fara tey heim at lesa STROK ella hyggja eftir Netflix? Eg plagi at siga við næmingarnar, at hetta er tað einasta blaðið, sum er skrivað til tey. Og tað halda tey er stórt.

Tekstur og mynd: Silja Aldudóttir


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.