Tíðindi

Einabørn verri heilsu sum vaksin

Hava systkin nakað at siga fyri heilsuna hjá okkum? Einabørn tykjast hava verri heilsu sum heild sum vaksin – samanborið við tey, sum vaksa upp saman við systkjum, siga granskarar.

18.08.2023

Einabørn nýtast ikki at kappast um tíðina og uppmerksemið frá foreldrunum. Tí er upplagt at hugsa, at einabørn hava fyrimun í vaksna lívinum samanborið við børn, sum hava eitt ella fleiri systkin. Men svenskir granskarar hava funnið út av, at tað er heldur øvut – at einabørn hava verri heilsu seinni í lívinum samanborið við tey, sum eru vaksin upp saman við einum ella fleiri systkjum. Um okkara leiðir er vanligt at hava tvey børn, einabørn er sjáldnari, men tað sær út til at gerast vanligari. Í Svøríki er tað so, at í 1990 høvdu helvtin av øllum svium eitt systkin. Tá vóru 15 prosent einabørn, og 25 prosent høvdu tvey systkin.

Verri heilsu

Granskarar hava kannað, hvussu høgir svenskir menn eru, hvussu teir eru fyri kropsliga, og um teir viga ov nógv seint í tannárunum ella tíðliga í vaksnamannaárunum. Teir kundu staðfesta rættiliga stórar munir, tá ið talan var um heilsuna hjá einabørnum samanborið við heilsuna hjá teimum, sum høvdu systkin. Einabørn høvdu lyndi til at vera verri fyri kropsliga, fleiri teirra vigaðu ov nógv og vóru í størri heilsuvanda orsakað av fiti enn tey við systkjum. Millum einabørn vigaðu 14 prosent ov nógv, tá ið tey vóru í tjúgu árunum. Samsvarandi fyri menn við systkjum var talan um 11 prosent.

Hálvsystkin gera ikki mun

Granskarar hava samanborið eina rúgvu av samansetingum, til dømis hvar tú ert í systkinaflokkinum. Hóast einabørn skilja seg út við verri heilsu enn tey við systkjum, hjálpir tað ikki at hava hálvsystkin. Einabørn uttan hálvsystkin høvdu betri heilsu enn tey við hálvsystkjum.

– Av tí at einabørn ikki nýtast at kappast við systkin um uppmerksemið frá foreldrunum, átti úrslitið at verið betri fyri tey við systkjum, sigur Kieron Barclay, ein av granskarunum aftan fyri kanningina. Hann er demografur við Stockholms universitet og við Swedish Collegium for Advanced Study (SCAS).

Fleiri doyðu tíðliga

Granskararnir hava eisini hugt nærri at, hvussu nógv konufólk og mannfólk doyðu á ungum árum, frá fimmti árunum upp til áttati árini. Fleiri einabørn doyðu tíðliga samanborið við tey, sum høvdu systkin. Í alt doyðu tvey prosent av øllum svenskum einabørnum í hesum bólkinum, sum høvdu verið millum 60 og 80 ár í dag. Samsvarandi partur av teimum, sum høvdu systkin, var 1,6 prosent.

Skilnaðarbørn

Granskararnir halda tó ikki, at tað í sjálvum sær at vera einabarn ger, at tú fært verri heilsu.

– At vaksa upp sum einabarn er í sjálvum sær ikki verri enn at vaksa upp við systkjum. Um einabørn hava tað verri, hevur orsøkin helst nakað at gera við, hvussu hesar familjurnar hava tað sum heild, og hví tey ikki hava fleiri børn, sigur Barclay.

Tað kann vera vantandi fíggjarliga orku, verri heilsa ella trupulleikar at liva saman. Nógv av foreldrunum fingu kanska bara eitt barn, tí tey fóru hvør til sítt, ella tí tey høvdu fíggjarliga trong kor ella versnandi heilsu. Talan kann eisini vera um, at barnið gjørdist sjúkt, og tí fingu foreldrini ikki fleiri børn. Hvør orsøkin er, kann vera ógvuliga fløkt og samansett.

Neyvan samanhangur

Øysten Kravdal, granskari við Fólkaheilsuinstituttið, heldur, at vit ikki eiga at lesa hesa kanningina soleiðis, at tað er ein orsakarsamanhangur aftan fyri úrslitini.

– Tað er umráðandi, at foreldur ikki tulka hesi úrslitini sum at tað er best, at børn fáa í minsta lagi eitt syskin, tí tað eru so nógv viðurskifti, sum kunnu vera orsøkin til, at fólk velja at fáa eitt barn. Hesi viðurskiftini eru trupul at lýsa í eini hagtalsfrøðiligari greining, hóast greiningin hevur fyrilit fyri nógvum. Hagtalssamanhangirnir kunnu broytast við tíðini, sigur Øystein Kravdal.

Samanbering við systkinabørn

Tá granskararnir tóku einabørn út, sum høvdu trong fíggjarlig kor ella foreldur, sum vóru farin hvør til sítt, gjørdust munirnir minni. Granskararnir samanbóru eisini einabørn við systkinabørn, sum vuksu upp við systkjum. Hetta var fyri at síggja, um genetiskar sjúkur ella vánalig viðurskifti í stórfamiljuni vóru orsøkin til munin. Og tá gjørdust heilsumunirnir millum einabørn og børn við systjum minni. Men sjálvt eftir at hava tillagað hetta vóru einabørn verri fyri heilsuliga við javnaldrar, sum høvdu systkin.

Granskararnir halda, at tað hevur týdning at granska meiri í hesum viðurskiftum, tí tað verður vanligari at hava bara eitt barn. Ein orsøk til tað er, at nógv bíða at fáa sær børn, og tað økir um vandan fyri bara at fáa eitt barn.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.