Bloggur

Ein vika til skúlabyrjan

Lisa Randi í Dali, lesandi á Føroya Læraraskúla, bloggar

16. august 2012

 

- Íjøsus, spennandi! Ert tú ikki spent:) - Deiligt hjá tær, hatta er akkurát tú! Gleðir tú teg ikki:) Júst soleiðis reagera fólk flest, tá eg fortelji, at eg skal byrja sum læraralesandi á Føroya læraraskúla eftir summarfrítíðina. Við einum stórum játtandi smíli svari eg aftur – Jú, eg eri faktiskt ordiliga spent og glað! – Ja, ha:) Eg haldi eisini, at hetta er akkurát eg. Veruleikin er tó tann, at eg veit ikki, um hetta er akkurát eg - veit mann nakrantíð, hvat er akkurát eg, áðrenn mann er byrjaður upp á tað:) Eg kann ikki annað enn vóna, at eg endiliga eri komin á røttu hillina. Tað einasta, eg við vissu veit, er, at ímillum gleðina og spenningin goymir seg okkurt óttafult.


Líkasíðan eg fekk boðini um, at mín umsókn til læraraútbúgvingina var gingin mær á møti, hevur hon sníkt seg inn á meg – sjálvboðin kropin innum kroppaskinnið. Hendan kenslan, sum hesar dagarnar tjaldar í frontallappanum, er ein blanding av spenningi, nervøsiteti, ræðslu, undran og gleði. Hon veksur seg størri fyri hvønn dag og spyr meg alla tíðina, um eg eri til reiðar at til eina nýggja byrjan. Hon er altíð klár við pløkkunum áðrenn fyrsta arbeiðsdag, áðrenn mann skal flyta bústað ella sum nú hjá mær - áðrenn fyrsta skúladag!


Fyri trimum vikum síðani var 10 ára reunionveitslan fyri fólkaskúlaflokkinum hjá okkum hátíðarhildin. Eg stóð eina løtu fyri meg sjálva og hugdi eftir gomlum myndum, sum prýddu veitsluhølið hetta kvøldið, og datt fram á nakrar myndir av mær sjálvari frá fyrsta skúladegi. Við hjálp frá mammu sínu var lítla Lisa farin í sítt fínasta stás; ein blomstrutan kjóla við hvítum kraga, eina lítla matchandi hondtasku, reyðar lakkskógvar, og á bakinum hekk ein alt ov stór violet skúlataska við ‘’the essentials’’. Eitt pennahús við 15 blýantum, eina línjál, trý viskuleður, tvey skrivihefti við puntum, tvey skrivihefti við einkultum linjum, eitt skrivihefti við tvífaldum linjum og so sjálvandi eitt við trífaldum linjum. Kom an, Eysturskúlin! Lítla Lisa var væl vápnað og fús.


Ímeðan eg standi og eygleiði myndirnar, undrist eg yvir, hví eg á teimum øllum standi so stív; upprøtt sum ein norðurkoreanskur hermaður framman fyri Kim Young Il sála við hondunum sloktum oman eftir kroppinum og einum tómum brái í andlitinum; eins og alt ræður um ikki at gera nakað skeivt. Tað gongur nú upp fyri mær, at áðurnevnda kenslan er um at bresta úr mær handan allar fyrsta skúladagin! Eg var spent, glað og bangin alt í senn - eins og eg eri tað 20 ár seinni! Taveidenn, tað eru teir somu tankarnar, sum mala í heysinum á mær í dag eins og tá. Hvørjum fari eg at ganga í flokki saman við:) Fái eg fittar og góðar lærarar:) Eru hini børnini fitt:) Hvørjum fari eg sita við síðuna av:) Fari eg at duga nóg væl:) Hvat nú, um eg ikki fari at duga nakað:):)


Ja, eg kann bara staðfesta, at kenslan er hin sama í dag sum tá á sinni. Eg kenni, hvussu kroppurin stívnar eitt sindur fyri hvørt slag, nú fyrsti skúladagur dukar á dyrnar. Tíbetur koma royndirnar seinastu 20 árini við í ryggsekkin, so verði eg allarhelst før fyri at temja hana og taka mær meira av løttum á tí stóra degnum. Hesaferð verður ongin mamma at bjálva mær skúlataskuna, men eg vænti nú heldur ikki, at tey brúka skriviheftir við puntum ella trífaldum linjum úti á Frælsinum, og blomstruti kjólin er ‘tíverri’ ov lítil. Tíbetur er ein vika eftir at herbúgva seg í!

 

Lesið bloggin hjá Lisu Randi í Dali í oktober.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.