Tíðindi

Ein vanlukka at skerja undirvísingartímarnar

- Tað er einki minni enn ein vanlukka, um orðini hjá nøkrum skúlastjórum um, at skúladagurin er ov langur, og næmingarnir virka troyttir, fáa so stóra vekt, at tímatalið í skúlunum verður skert; tað eru bara fyrimunir, at næmingarnir hava nógvar tímar í føroyskum, sigur Sigurlaug Fossdal, sum hevur verið lærari í føroyskum í nógv ár

28.01.2019

Verður tað, sum landsstýrið ætlar, so verða tveir tímar tiknir frá hvørjum árgangi í 1.-9. flokk. Av tí at næmingarnir í 1.- og 2. flokki hava so fáar lærugreinir, og teir hava nógvar tímar í føroyskum, verður tað sannlíkt lærugreinin føroyskt, sum verður rakt. Í frágreiðingini, sum Mentamálaráðið hevur latið gera í sambandi við aðalorðaskiftið um fólkaskúlan, verða skúlastjórar endurgivnir fyri at siga, at skúladagurin er ov langur, og næmingarnir virka troyttir, serliga um tað verður ov nógv av tí sama. Hetta tykist vera grundgevingin fyri at skerja tímatalið er.

- Er tað soleiðis, sum skúlastjórarnir siga, at næmingarnir virka troyttir, tí tað er ov nógv av tí sama, so er tað ikki undirvísingartalið, sum tað er galið við, men mátanum hjá læraranum at undirvísa. Sjálvandi orkar eingin ov nógv av tí sama, tað gera vaksin fólk heldur ikki. Undirvísir ein lærari á fjølbroyttan hátt, so verður undirvísingin ikki keðilig, og næmingarnir virka als ikki troyttir. Lærarar, sum kæra seg um, at børnini hava ov nógvar tímar í føroyskum, eru mangan lærarar, sum ikki hava føroyskt á linju, og sum ikki brenna fyri fakinum. Tað er sera spell og harmiligt, um tað eru úttalilsi frá hesum lærarum, sum eru avgerandi fyri, hvussu nógvar tímar føroyskt fær í skúlanum. Skúladagurin hjá teimum yngstu er liðugur nøkulunda á middegi, og so fara tey flestu í frítíðarskúla, tað vil siga á annan stovn.

Fjølbroytt og góð undirvísing, sum fangar næmingarnar, krevur góða tíð at fyrireika, vísir Sigurlaug Fossdal.

- Tað er sjón fyri søgn, at tá ið vit hava spælandi læring, til dømis tá ið vit brúka cooperativ learning, so blomstra næmingarnir. Teir eru so hugagóðir og tíma so væl, tá ið teir sleppa at læra ígjøgnum rørslu, at tosa nógv og tá ið alt er eitt sindur øðrvísi enn tað vanliga er. Við færri tímum fara vit at síggja næmingar, sum ikki tíma. Tað býtur seg sjálvt í halan og tekur hugin frá lærarum at fyrireika seg til eina spennandi undirvísing.

Sigurlaug Fossdal vísir á, at kravið til lærugreinina føroyskt er ógvuliga stórt; ikki bara skulu næmingarnir duga at lesa og skriva, teir skulu eisini duga at orða seg, og orðfeingið skal mennast. Við Nem-bókunum hava vit fingið framúr gott tilfar í føroyskum, sum krevur rættiliga nógv av næmingunum og læraranum.

- Verða tímarnir skerdir, er eingin møguleiki at koma ígjøgnum tilfarið. Eg eri sannførd um, at ætlaða skerjingin fer at hava fatalar avleiðingar fyri okkara mál, ikki minst av teirri sannroynd, at børn í dag ikki læra mál og orð heima, eins og gjørt varð fyrr. Børn sita ikki longur undir hvørjum orði, sum vaksin siga heima; í dag fara børnini inn í tann talgilda heimin í staðin. Tí verður uppgávan hjá skúlanum at menna málið hjá børnum uppaftur størri, og tað kunnu vit bara, um vit hava nógvar tímar.

Í kjakinum um tal á tímum og skúladøgum verður mangan sagt, at tímar ikki gera alt, tí tað snýr seg um at leggja dygd til tímarnar, sum man hevur; hetta er bara undanførsla, heldur Sigurlaug Fossdal, á sama hátt sum tað er undanførsla at siga, at tað er líkamikið, hvussu nógva tíð, tú sum foreldur ert saman við tínum børnum, bara tíðin er góð.

- Sigur tú slíkt, vísir tað, at tú ikki hevur skilt, hvat tað er, ið næmingarnir skulu duga, og hvussu nógv tað krevur. Tað er rætt og slætt humbukk at siga, at næmingarnir kunnu læra tað sama eftir færri tímum. Tíðin er ein fortreyt fyri, at tú kanst skipa eina góða, fjølbroytta og fangandi læring, har tú fert í dýpdina. Upplestur er ógvuliga týdningarmikil, og skal hann fanga, so mást tú brúka ymsar lesihættir; vit mugu hava bólkalestur, ringlestur og parlestur fyri at tað skal vera stuttligt, og tað krevur nógva tíð. Tað er ein avbjóðing at náa tað, tú skalt við teimum tímunum, tú hevur; hevur tú færri, verður tað uppaftur verri. Alt fer at verða gjørt í skundi, og tað fer at ganga út yvir undirvísingina og hugin hjá næmingunum. Umframt hava vit í okkara skúla nógvar næmingar við avbjóðingum, og tá er skúlin, sum er eitt skipað tilboð, frægasta boðið.

Grundarlagið at skerja tímar er alt ov tepurt, spyrt tú Sigurlaug Fossdal. Hon undrast á førda skúlapolitikkin, og at einki verður kannað, áðrenn nýggj tiltøk verða sett í verk.

- Tað er so harmiligt, og ikki minst margháttligt, at tímar verða skerdir, uttan at nakað er kannað frammanundan. Tað var fantastiskt, tá ið fleiri tímar í føroyskum komu fyri nøkrum árum síðan; eg var lærari í grunddeildini tá, vit fingu veruliga umstøður at arbeiða væl og virðiliga við føroyskum, og eg havi onga løtu kent, at vit hava ov nógvar tímar. Tá ið tú hevur havt flokk í grunddeildini og so tekur við einum flokki í miðdeildini, so følir tú, at tú hevur minni tíð til tað, sum tú mást náa, og tað verður ein kapprenning at náa alt. Skúladagurin í miðdeild er øktur tveir tímar, tí næmingar hava fingið samfelagsfrøði í 7. flokki; um somu tíð hava tær kreativu lærugreinirnar alt ov ringar umstøður. Tað er eingin yvirskipaður leistur, sum sigur, hvussu vit skipa og reka okkara skúla; tað veldst um, hvør situr sum landsstýrisfólk; onkuntíð verður okkurt sett á stovn, so verður okkurt tikið burtur, uttan at nakað yvirhøvur verður kannað áðrenn.

Orsøkin til at børn í dag duga at lesa fyrr, skjótari og betri enn børn fyri bara nøkrum fáum árum síðan, er tí at føroyskt seinastu árini hevur havt nógvar tímar.

- Tað var vanligt fyrr, at børnini ikki dugdu at lesa fyrr enn síðst í øðrum flokki og fyrst í triðja flokki; í dag lesa so at siga øll væl longu í fyrsta flokki. Orsøkin til tað er lutvíst nógvu tímarnir, umframt at tilgongdin til at lesa er broytt til tað betra. Vit mugu eisini hava í huga, at børn ikki lesa nóg nógv heima; tað vil við øðrum orðum siga, at mest sum øll venjingin at gerast góður lesari fer fram í skúlanum.

Ein annar vansi við at skerja talið á undirvísingartímum um somu tíð, sum krøvini til tað, tú skalt náa ikki verða skerd, er, at lærarar verða strongdir.

- Allir lærarar, sum brenna fyri føroyskum, kenna til at vera í kapprenning við tíðina, tí so nógv er, sum tú skalt náa og ígjøgnum. Lærarar brenna út, tí teir ikki orka meiri, teir verða strongdir og frustreraðir, og so geva teir upp og siga seg úr starvi. Eingin orkar at vera lærari, tá ið kenslan hvønn dag er, at teir ikki røkka tí, teir skulu røkka. Hetta síggja vit í hádeildini, har føroyskt hevur ov fáar tímar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.