Tíðindi

Ein trivnaðarætlan er bæði ein visjón og eitt amboð

Týðandi grundarlag undir skúlanum í Eysturkommunu er ein trivnaðarætlan, sum støðugt skal vera karmur um góðar arbeiðsumstøður hjá starvsfólki og næmingum í skúlanum, siga Atla F. Johansen, skúlastjóri, og Birgit Fredriksberg, varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu

17.05.2021

- Ein trivnaðarætlan hevur fyrst og fremst til endamáls at skapa karmar um góðan trivnað í skúlanum. Vit hava í okkara trivnaðarætlan lagt dent á, at børnini skulu kenna seg væl, og at tey verða vird og hoyrd. Hvør einstakur eigur at sleppa at mennast, sama hvørjar fortreytirnar enn eru. Skúlin er jú fyri øll. Tann táttin hava vit lagt stóran dent á í arbeiðinum við trivnaðarætlanini. Ein trivnaðarætlan er bæði ein visjón og eitt amboð. Hon er í stóran mun rættiliga ítøkilig, og hon eigur ikki at vera eitt deytt skjal, men eigur at vera ein partur av tí, vit gera og standa fyri. Trivnaðarætlanin, sum var galdandi her í skúlanum fyrr, var sera góð. Men alt broytist við tíðini, og neyðugt er at dagføra eina trivnaðarætlan av og á. Sigast kann, at vit, kanska ótilvitað, taka orðingarnar í henni til okkara. Í sambandi við ráðleggingardagarnar í fjør samdust vit um, at sumt í trivnaðarætlanini átti at verið gjørt øðrvísi, greiða Atli og Birgit frá.

- Vit leggja okkum nær at fyribyrgja happing og at fáa næmingarnar at trívast her í okkara skúla, og tað skal endurspeglast í trivnaðarætlanini. Tað er álagt skúlunum í Føroyum, at so eigur at vera, og tað er gott. Eisini er umráðandi, at nýggj gransking og nýggj átøk ímóti happing síggjast aftur í trivnaðarætlanini. Onki stendur í stað, og tað er umráðandi, at ein ætlan fyri ein skúla verður eftirmett og endurskoðað við jøvnum millumbilum. Tað ræður um at gera eitt deytt skjal livandi.

- Eitt annað, ið eisini hevur týdning, er, at starvsfólkið kennir ognarskap í trivnaðarætlanini. Vit royna at vera eitt sindur siðbundin í skúla okkara við at hava nøkur føst afturvendandi tiltøk. Hetta er galdandi bæði fyri innskúlingina og miðdeildina. Slík tiltøk eru góð fyri starvsfólkið, tí tey vita, at tey eru á skránni á hvørjum ári, og tey fáa eina siðvenju í at arbeiða við teimum. Tá føst afturvendandi tiltøk verða nevnd, so verður sipað til eitt nú  felags føroyskan dans, føstulávintshald o.a. Tiltøkini stimbra kensluna av felagsskapi og samanhaldi. Nú er Skúlin í Eysturkommunu skipaður soleiðis, at næmingarnir skifta skúla eftir triðja flokk. Tá vit hittast til felags tiltøk t.d. í Gøtu, kann tað eisini síggjast sum eitt slag av kunning um tað nýggja skúlaumhvørvið, sum teir elstu flokkarnir í innskúlingini fara at vera í, tá teir skifta skúla. Vit eftirmeta eisini tiltøkini við jøvnum millumbilum. Fyri okkara skúla hava slík afturvendandi tiltøk gagnliga ávirkan á trivnaðin. Tey gera skúlan livandi. Tú gerst kunnugur við ávísar mannagongdir, og tær kunnu vera eitt hent amboð í tínum arbeiði.

- Øll, sum hava vit skúla at gera, vita, at í dagsins skúla eru avbjóðingarnar bæði nógvar og krevjandi. Í nógvum skúlum eru atferðartrupul børn ein avbjóðing, ið krevur nógv av lærarunum. Tað er onki øðrvísi í okkara skúla. Hesi børn skulu jú eisini vera í tí vanliga skúlanum, og tí ræður um at finna loysnir, so tey fáa nakað burtur úr síni skúlagongd. Tað er sum so einki galið við tí; allir lærarar og øll foreldur vilja jú børnunum tað besta, men tað er krevjandi. Tað er heldur ikki ókent, at nógvir lærarar dragast við strongd í skúlum í dag.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 2, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.