Tíðindi

Ein skúli má ongantíð leggja seg afturá

Leivur Frederiksen er settur í starvið sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla. Hann tók við 1. august

14.09.2021

Leivur er 40 ára gamal, tók læraraprógv í Danmark á Skårup Seminarium, journalistútbúgving á Danmarks Medie og Journalisthøjskole umframt námsfrøðiliga leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.

Tá vit tosa um starvsroyndir, so hevur nýggi fyrstilærarin á Velbastað roynt eitt sindur av hvørjum.

- 1999 – 2003: Hotel Hafnia, móttøkufólk, 2001 – 2002: Sankta Frans Skúli, lærari, 2002 – 2003: Norðurlandahúsið, móttøkufólk 2003 – 2006: Oure Idrætsefterskole, lærari, 2007 – 2008: Argja Skúli, lærari, 2008 - 2019 Kringvarp Føroya. Journalistur, redaktørur og samskipari á tíðinda- og ítróttarøkinum og 2019 – 2021 Sankta Frans Skúli, lærari.

- Umframt hetta havi eg roynt eitt sindur av hvørjum, tá eg var ungur. Eg arbeiddi á skeinkistøðum í nøkur ár. Eg havi arbeitt á goymsluni hjá Poul Hansen, men mítt allarfyrsta arbeiði var at vaska upp á Hotel Hafnia. Tað er tí, at tallerkarnir heima við hús altíð eru so reinir, sigur Leivur Frederiksen skemtiliga.

Hevur tú aðra útbúgving, enn læraraprógvið?

- Eg eri útbúgvin lærari og journalistur. Aftur at tí havi eg tikið bachelor í námsfrøðiligari leiðslu. 1998: FHS. 2000: HF. 2007: Skårup Seminarium. 2013: Danmarks Medie og Journalisthøjskole og í 2020: Námsfrøðiliga leiðsla, greiðir Leivur Frederiksen frá.

Hvat er mest spennandi við uppgávuni sum skúlastjóri?:

- Tað, sum er mest spennandi, er at kunna vera við til at eggja starvsfólkunum til at geva næmingunum tað allarbesta, um tað so er í undirvísingini ella í góðu fríløtunum, sum vit hava her í vøkru náttúruni á Velbastað.

- Í Velbastaðar skúla eru góð og nærløgd starvsfólk, sum hava stóran áhuga fyri at menna skúlan. Tað er tað, ið tað snýr seg um fyri meg. Ein skúli má ongantíð leggja seg afturá og halda, at nú hava vit funnið vegin og sannleikan, men heldur vera í áhaldandi menning. Tað eru ikki bara næmingarnir, sum skulu læra í skúlanum. Tað skulu lærarar og leiðsla eisini.

Hvat metir tú er týdningarmest, tá ein stendur á odda fyri einum skúla?

- Ein skúli er eitt lærandi umhvørvi, bæði fyri næmingar og lærarar. Mín týdningarmesta uppgáva er at syrgja fyri, at skúlin hevur góðar karmar og mannagondir, ið tryggja, at øll hava møguleika fyri at læra og menna seg. Tað haldi eg, at fólk gera, bæði smá og stór, tá tey kenna, at tey eru í einum tryggum umhvørvi. 

Hvørjum fert tú serliga at leggja teg eftir sum skúlastjóri, og hvussu fert tú at mynda skúlan?

- Fyrst og fremst vil eg, saman við starvsfólkunum í skúlanum, leggja meg eftir, at vit í góðum samstarvi hjálpa hvørjum øðrum at hava ein góðan dag. Kenna næmingar og lærarar seg væl her, hava vit allar fortreytir fyri góðari læring. Eg fari eisini at leggja meg eftir, at skúlin framhaldandi hevur gott samstarv við foreldrini, sum eru ein sera týdningarmikil viðleikari.

- Velbastaðar skúli er ein lítil skúli, og eg dugi at síggja nógvar fyrimunir við tí. Vit kenna hvønn einasta næming. Her er góð tíð til hvønn næming, um tað er hjálp til at læra, ella um næmingurin hevur brúk fyri at práta við ein vaksnan um ymisk sosial viðurskifti. Vit leggja eisini dent á, at næmingarnir læra at taka ábyrgd. Tað sæst væl aftur í gerandisdegnum, har eldru næmingarnir hjálpa og eru góðir við yngru næmingarnar, sigur Leivur Frederiksen.

Stuttgreinarøð: Í hesi stuttgreinarøð fregnast vit, hvat nýsettir skúlasleiðarar hugsa um nýggja starv sítt, hvørjar royndirnar eru, og hvørjar ætlanir liggja í kortunum.

Tekstur: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.