Tíðindi

Ein skúli er eitt livandi arbeiðspláss, sum altíð eigur at vera í menning

Í august varð Jacqueline Lundgaard Benzon sett í starv sum skúlastjóri á Sandoyar Meginskúla. Frammanundan hevði hon í tvey ár verið virkandi skúlastjóri. - Vit eru í einari broytingartíð, og nógvar avbjóðingar eru fyri framman, nú tunnilin til Havnar letur upp í næstu framtíð. Vit mugu hava eitt skúlatilboð til ungdómin í Sandoynni við nøktandi kørmum, um vit vilja, at tey skulu trívast og mennast her í oynni, sigur Jacqueline Lundgaard Benzon.

16-11-2021

Jacqueline Lundgaard Benzon tók í august við sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla, eitt starv, sum hon frammanundan hevði røkt í tvey ár sum virkandi stjóri.

Hon er fødd og uppvaksin í Hørsholm og Birkerød á Norðursælandi í Danmark. Flutti til Sands í 1975 og gekk í framhaldsdeild á Sandoyar Meginskúla.

Hvørjar eru tínar starvsroyndir innan læraraprógv?

- Aftan á lokið miðnámsprógv varð farið til Onglands at arbeiða eitt ár. Árið eftir gekk leiðin til Statin Washington í USA at arbeiða eitt tíðarskeið. Harafturat eru sjálvandi styttri arbeiðsroyndir, so sum vikarur, starvsfólk umborð á Norrønu, fimleikafelagnum Ljósinum o.a, sigur Jacqueline Lundgaard Benzon.

Hevur tú aðra útbúgving innan læraraprógv?

- Umvegis ein eitt ára útbúgving á Danmarks Show- og Teaterskole og Hægri handilsskúla HHX í Lyngby, gekk leiðin á Frælsið og Føroya Læraraskúla, har eg var liðug í 1993, sigur Jacqueline.

- Eg tók læraraprógv í 1993 og byrjaði sum lærari á Sandoyar Meginskúla í 1993. Har havi eg starvast síðani, men tó havt farloyvi, tá flutt varð til Danmarkar. Har arbeiddi eg sum lærari í Vallensbæk Skole.

- Hesi árini havi eg samstundis røkt størvini sum lærararáðsforkvinna, álitisfolk, umboð í skúlastýrinum og bókavørður, sigur Jacqueline Lundgaard Benzon.

- Í 2013 var eg sett í starv sum varaskúlastjóra á Sandoyar Meginskúla. Tá fór eg í holt við framhaldslestur innan leiðslu og havi tikið skeið í leiðslumenning og B.Ed. og diplomnám í námsfrøðiligari leiðslu. Tvey tey seinastu skúlaárini havi eg starvast sum virkandi skúlastjóri.

- Frá august 2021 varð eg sett sum skúlastjóri á Sandoyar Meginskúla, sigur Jacqueline Lundgaard Benzon.

Hvat er mest spennandi við uppgávuni sum skúlastjóri?

- Tað, sum er mest spennandi, er at kunna bróta slóð, motivera og eggja starvsfólkunum til at gera sítt allarbesta, bæði fakliga og sosialt. Á Sandoyar Meginskúli ganga næmingar frá 6. fl. -10.fl. úr øllum bygdunum í Sandoynni.

- Skúlin hevur júst hildið 50 ára føðingardag, og í tí sambandi var skipað fyri evnisviku og hátíðarhaldi fyri alla Sandoynna. Bygningarnir er gamlir, men liggja burturfrá í einum sera náttúruvøkrum umhvørvi, har lætt er at koma út í náttúruna og brúka hana í sambandi við undirvísing, greiðir Jacqueline frá.

- Innan skúlans gátt verður arbeitt miðvíst við at menna undirvísingar- og læruumhvørvi. Á skúlanum arbeiða sera dugnalig starvsfólk, sum hava stóran áhuga í, og leggja nógva orku í at menna skúlan.

- Ein skúli er eitt livandi arbeiðspláss, sum altíð eigur at vera í menning, sigur Jacqueline Lundgaard Benzon.

Hvat metir tú er týdningarmest, tá ein stendur á odda fyri einum skúla?

- Ein skúli skal bjóða eitt trygt og lærandi umhvørvi fyri næmingar og starvsfólk. Tað skal vera eitt stað, har møguleiki er fyri at undirvísa, læra og menna seg bæði fakliga og sosialt. Fortreytin er, at leiðslan skapar góðar karmar og mannagongdir, ið kunnu skapa eitt trygt og álítandi umhvørvi, har til ber at mennast, sigur Jacqueline Lundgaard Benzon.

Hvørjum fer tú serliga at leggja teg eftir sum skúlastjóri og hvussu fer tú at mynda skúlan?

- Fyrst og fremst vil eg leggja dent á at hava gott samstarv og samskifti við starvsfólk skúlans. Er góður trivnaður hjá næmingum og lærarum bæði fakliga og sosialt, eru allar fyritreytir fyri góðari undirvísing og læring. Eisini fer dentur at vera lagdur á framhaldandi gott samstarv við foreldur og onnur, ið varða av skúlanum; tey eru sera týdningarmiklir viðleikarar í skúlahøpi, sigur Jacqueline.

- Dentur verður eisini lagdur á at læra næmingarnar at taka ábyrgd. Í samband við læring, so vísir gransking, at tað er krevjandi at læra, tað krevst áræði, treysti, djúphugsni, og hjá flest øllum er neyðugt at gera sær ómak við avrikinum, so læring kann fara fram. Í ár, í okkara skundmikla gerandisdegi, hava vit sett tíð av til verkætlanina ”Tíð til djúphugsni”, har allir næmimgar hava valt sær leið eftir áhuga, tvørtur um floksmørk. Týdningarmikið er at hava felagsskapsanda við rúm fyri tí einstaka.

- Týdningarmikið er eisini at seta skjøtil á at betra um fysisku karmar skúlans. Vit eru í einari broytingartíð, og nógvar avbjóðingar eru fyri framman, nú tunnilin til Havnar letur upp í næstu framtíð. Vit mugu hava eitt skúlatilboð til ungdómin í Sandoynni við nøktandi kørmum, um vit vilja, at tey skulu trívast og mennast her í oynni, sigur Jacqueline Lundgaard Benzon.

Tekstur: Dagfinn Olsen

Stuttgreinarøð:

Í hesi stuttgreinarøð fregnast vit, hvat nýsettir skúlasleiðarar hugsa um nýggja starv sítt, hvørjar royndirnar eru og hvørjar ætlanir liggja í kortunum.

Les eisini: 

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Default.aspx?ID=6146&Purge=True

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Default.aspx?ID=6147&Purge=True

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.