Tíðindi

Ein skúlaløta í Dímun

Tá ið lærari verður settur í starv í Stóru Dímun – skúlanum við tveimum næmingum – skal hann hava søkt tey størv, ið eru leys at søkja. Beinta Hjelm søkti og fekk starvið í Stóru Dímun

09.09.2016

- Og eg elski at vera her, sigur unga Beinta.

Í roynd og veru var Stóra Dímun ikki í hennara huga, tá hon søkti, tí hon ætlaði sær starv í Havn. Tó, hennara umsókn var sum allar aðrar umsóknir opin til Føroya størsta skúla, Skúlan á Fløtum.

Hanus Joensen, skúlastjóri á Fløtum, ringdi til Beintu og bjóðaði henni tvey størv at velja í. Annað var eitt stuðulsstarv, hitt var starvið í Stóru Dímun.

- Nakað talaði fyri, eg eg skuldi taka av tilboðnum í Dímun, tí Hanus er góður við henda skúlan her í oynni, og hann vil senda gott fólk út higar, sigur Beinta og fegnast um, at hon verður hildin at vera væl skikkað til starvið.

Skúlin í oynni er eisini hennara heim. Hon býr her og er her mánaðir í senn. í skúlanum er alt tað, ið hoyrir til eitt heim. Her ger Beinta sær tað so hugnaligt sum til ber, og tað ber væl til í væl innrættaða skúlanum og heiminum í Stóru Dímun.

Skúlaløtuna í Dímum lá eitt Matador-spæl á borðinum í skúlastovuni. Tað hevði ligið har í eina viku, tá Skúlablaðið var har. Hetta kapitalistiska keyp- og søluspælið mennir vaksin og børn til at taka avgerðir á staðnum. Her í skúlanum kunnu tey eisini seta seg í sofuna við skúlatingunum. Hetta er sostatt ein meiri heimligur skúli enn tað, vit eru von við aðrastaðni.

Beinta Hjelm vil fegin fortelja fólki, at tað er einastandandi gott at vera í Stóru Dímun. Hon heldur seg annars hava varhugan av, at fólk eru eitt sindur bangin fyri at fara, og at tað er ein eitt sindur ræðandi tanki at fara út í eina so lítla oyggj við bara átta fólkum.

- Men eg haldi, at hetta er ein framíhjárættur hjá mær at sleppa at royna hetta. Eg hevði viljað, at eg hevði roynt hetta fyrr, so eg kanska hevði ynskt, at eg slapp at vera her úti í fleiri ár.

Hon hevði einki havt ímóti at rátt øðrum lærarum at roynt Stóru Dímum. - Tí her er heilt fantastiskt, sigur hon.

Kortini hevur hon verið so stutt enn og hevur sostatt ikki roynt heystið og veturin í ýlandi stormi. Tað fer tíðin at vísa. Helst man ikki vera verri í Stóru Dímun um veturin enn aðrastaðni.

Tá ið hon fer oman til bóndahjúnini til døgurða ella um kvøldið, tosa tey ikki um skúla. Ikki uttan so, at hon sjálv tekur tað upp. Hetta tí, at hon sum lærari skal sleppa at kopla úr. Bóndahjúnini duga tað at fáa hana at føla tað soleiðis, at hon er ikki skúlalærari alla tíðina.

Beinta Hjelm gleðir seg til at verða verandi í Stóru Dímun alt hetta skúlaárið ið hvussu er.


Myndin:
Her situr Beinta Hjelm, lærari, í skúlastovuni í teimum hugnaligu skúla- og lærarahúsunum í Stóru Dímun

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.