Tíðindi

Ein roynd í rokning skal ikki vera ein roynd í lesing

Tað er ikki rætt og rímiligt at geva næmingum uppgávur í rokning, sum eru ringar at lesa, sigur granskari

31. desember 2019

At rokna kann vera ein avbjóðing. Tí skulu rokniuppgávur vera lættar at lesa. Í øllum førum so lættar sum til ber. Um ikki tær eru lættar at lesa, so verður royndin í rokning ein roynd í lesing eisini. Og soleiðis eigur tað ikki at vera, heldur Frithjof Theens, granskari. Hann hevur kannað uppgávur í rokning, sum næmingar í nógvum londum loysa, nevniliga rokniuppgávurnar í PISA. Og í PISA-kanningini hevur hann funnið uppgávur í rokning, sum eru truplar at lesa. Tær áttu ikki at verið truplar at lesa, sigur Frithjof Theens.

Trupul orð og setningar?

Granskarin hevur lisið uppgávurnar í rokning í PISA sera gjølla. Og hann hevur tosað við næmingar, sum hava loyst uppgávurnar. Hvat var tað, sum gjørdi uppgávurnar truplar at lesa? Fleiri viðurskifti, heldur Frithjof Theens. Til dømis trupul orð og truplir setningar.

Lættari í summum londum?

PISA-kanningin verður gjørd í 70 londum, og uppgávurnar eru sambærligar. Tá ið øll hava tikið lut í royndini, kunnu úrslitini hjá næmingunum samanberast. Men er tað rættvíst? Tí uppgávurnar í rokning vóru lættari at lesa á summum málum, heldur Frithjof Theens. Hann heldur, at uppgávurnar vóru lættari at lesa á svenskum enn á týskum, til dømis.

Kelda: forskning.no

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.