Tíðindi

Ein nýggj byrjan á Setrinum

Besta loysnin er nokk at høvuðsumvæla bygningin á Frælsinum í stigum, og at brúka tað til at seta ferð á at savna alt virksemið á Fróðskaparsetrinum í eitt samanhangandi umhvørvi. Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya

18.12.2020

Hølisumstøðurnar á Fróðskaparsetri Føroya eru ikki nøktandi.

Størsta skommin er bygningurin á Frælsinum, har lærara- og námsfrøðilesandi húsast. Tvíbýtt ábyrgdarbýti millum land og kommunu, manglandi viðlíkahald í áratíggju saman við blámusoppi gera, at tú ivast, um frægast er – fyri at sitera ein fyrrverandi løgtingslim – at “teppibumba lortið” ella grundleggjandi at høvuðsumvæla bygningin.

Mánadagin 2. november 2020 gingu næmingar og lærarar skrúðgongu av gamla Venjingarskúlanum niðan á nýggja Skúlan á Fløtum og fluttu inn í glæsiliga bygningin á Hans Andriasar gøtu beint við síðuna av næstan líka glæsiliga Glasir.

Hetta var samstundis endin á 52 ára samhúsing við læraraútbúgvingini. Tó at tað er sorgblítt at siga Venjingarskúlanum farvæl, so kann hetta vera ein heilt nýggj byrjan fyri Setrið, tí ein av høvuðstrupulleikunum – tvíbýtta ábyrgdarbýtið millum land og kommunu av bygninginum á Frælsinum – kann nú loysast við, at landið yvirtekur partin hjá kommununi.

Umframt vána umstøðurnar á Frælsinum er størsti trupulleikin hjá Setrinum, at deildirnar eru so spjaddar. Ikki bara er Námsvísindadeildin tvíbýtt við, at skrivstovurnar eru í Nóatúni, meðan tey lesandi eru á Frælsinum; hinar deildirnar eru staðsettar um allan miðbýin.

Spjaðingin ger, at deildirnar ikki fáa nóg gott gagn av hvørjari aðrari, og eitt nú gongur tað alt ov trekt at gagnnýta læringsførleikarnar á Námsvísindadeildini, at betra um undirvísingarførleikarnar á hinum deildunum – og at gagnnýta fakligar førleikar av øðrum deildum á Námsvísindadeildini – tó at batar eru at hóma í so máta.

Besta loysnin er nokk at høvuðsumvæla bygningin á Frælsinum í stigum, og at brúka tað til at seta ferð á at savna alt virksemið á Fróðskaparsetrinum í eitt samanhangandi umhvørvi. Eitt “kampus” av Frælsinum og oman til Landsbókasavnið og víðari út á Vestaru Bryggju.

Bygningurin á Frælsinum hevur sjey lonir, og tær kunnu umvælast ein fyri og onnur eftir, so at lesandi og starvsfólk kunnu vera í einum parti, meðan hin parturin verður gjørdur klárur. Økini millum lonirnar eru ongantíð komin til sín rætt, men tað átti at borið til at gjørt hesi útiøkini brúkilig við fleiri útgongdum og glastekjum.

Bygningurin er stórur, umleið 9.000 fermetrar, so rúm er fyri bæði Námsvísindadeildini og øðrum við. Kanska serliga Søgu- og Samfelagsdeildini, tí tey eru í leigaðum hølum og longst burturi í dag.

Sambært strategisku kampusætlanini, sum varð handað landsstýrinum í fjør, skal høvuðsbygningurin og fyrisitingin hjá Fróðskaparsetrinum staðsetast í Nóatúni og soleiðis binda saman Frælsið og Debesartrøð. Harafturat leggur kampusætlanin upp til, at grasfløtan á Frælsinum verður gjørd til ein parkeringskjallara, og at fleiri setursbygningar seinni verða bygdir omaná. Hetta arbeiði eigur eisini at fara í gongd sum skjótast.

Í hesum døgum eru 150 ár síðani, at Færøernes Seminarium bleiv stovnað og farið varð undir at útbúgva lærarar í Føroyum. Stovnsetingin var ikki uttan stríð og mótstøðu, men hesin okkara fyrsti hægri læristovnur fekk alstóran týdning fyri samfelagsgongdina. Umsíðir kundu dugnaligir ungdómar fáa útbúgving í Føroyum heldur enn at fara av landinum.

Gongdin í Føroyum hevur verið góð seinastu 10 árini. Ein orsøk er, at alt fleiri ungdómar hava valt at útbúgva seg á Setrinum heldur enn at fara uttanlands. Skal góða gongdin halda fram, er neyðugt at gera íløgur í at betra um hølisumstøðurnar, framhaldandi at viðlíkahalda bygningarnar og at savna alt Setrið á einum stað.

Kvørnin í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.