Tíðindi

Eiga vit at seta størri krøv til teirra, ið vilja útbúgva seg til lærara?

Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, heldur ikki, at umsøkjarar til læraraútbúgvingina skulu til upptøkuroynd

23.11.2020

Hevur tú gott miðnámsskúlaprógv ella hóskandi viðkomandi royndir, so verður tú tikin inn á læraraútbúgvingina ávikavist á kvotu 1 og 2. Eingi onnur krøv verða sett, enn tey, sum eisini verða sett øðrum til upptøku á øðrum útbúgvingum. Tó eru tey á Námsvísindadeildini farin at umrøða krøv, sum verða sett til linjulærugreinirnar. Læraralesandi kann í dag velja tríggjar linjulærugreinir.

- Skipanin fer væntandi at verða soleiðis, at velur tú eitt nú enskt sum linjulærugrein, so er kravið, at tú hevur enskt á B-stigi í miðnámi, sigur Erla Olsen.

Tað hevur verið frammi at gera upptøkuroyndir fyri umsøkjarunum, tí læraraútbúgvingin er ein so mikið týðandi útbúgving, at tað er umráðandi, at tey, sum verða upptikin, eisini eru skikkað til lærarastarvið. Men Erla Olsen er ikki heit fyri hesum hugskotinum.

- Vit kunnu bara hava upptøkuroynd við teimum, sum søkja gjøgnum kvotu 2, og tey eru ikki so mong. Heldur ikki er ein upptøkuroynd nøkur trygd fyri, at vit fáa betri lesandi.
Meðan tú ert undir lestri, vísir tað seg, um tú ert egnað ella ikki, eitt nú í starvslæruni ella í próvtøkuni. Tey lesandi verða vigað og mett alla tíðina, og tú kanst eitt nú dumpa í øllum lærugreinum, eisini í starvslæruni, og tað kemur onkuntíð fyri. Sjálvsagt kemur tað eisini fyri, at ein lærari fær prógv, sum kanska ikki er so væl egnaður til starvið, men soleiðis er innan allar útbúgvingar og øll yrki. Sigast skal eisini, at vit í Føroyum eru í tí hepnu støðu, at læraraútbúgvingin vanliga er best umtókta útbúgving yvirhøvur, og tað merkir, at tað er munandi torførari at sleppa inn á útbúgvingina her enn nógva aðrastaðni.

Formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen, er ikki samdur við dekaninum. Hann heldur, at upptøkukrøvini til læraraútbúgvingina eiga at verða herd.

- Tað eigur ikki at vera nóg mikið bara at hava eitt gott miðnámsskúlaprógv ella hóskandi royndir, um tú skalt verða upptikin til læraraútbúgvingina. Ein upptøkuroynd, har m.a. tínir førleikar at samskifta verða mettir, eigur at vera partur av treytunum, sigur hann í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum í januar. Les greinina her: http://www.skulabladid.fo/upptøkukrøvini-til-læraraútbúgvingina-eiga-at-verða-herd

Les alla samrøðuna við Erlu Olsen í Skúlablað nr 5, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.