Tíðindi

Eiga at gera egnar niðurstøður um próvtalsstigan

Í Danmark verður nógv kjakast um 7-stig-próvtalsstigan, og røddir eru t.d. frammi um at leggja 12+ afturat. Men hvussu er í Føroyum? Hvat halda skúlamyndugleikar um stigan, sum nú hevur eini 5–6 ár á baki her hjá okkum?

24.04.2019

Danir hava kjakast nógv um nýggja próvtalsstigan, ið hevur 7 stig; frá -3 til 12. Hesin próvtalsstigin kom í gildi í Danmark í 2006/7, og eftirmetingar og kjak benda á, at øll eru ikki nøgd.

Nakað av tí nýggjasta, ið hevur verið frammi, er, at útbúgvingarráðharrin, Tommy Ahlers, og undirvísingarráðharrin, Merete Riisager, eru komin við felags uppskoti um, at eitt 12+ skal leggjast afturat próvtalsstiganum, ið tó ikki skal sammetast við gamla 13-talið, men heldur verða ein háttur at siga, at her hevur næmingurin gjørt eitt framúr væl arbeiði, ið er meira enn vanligt. Og skrivlig grundgeving skal eisini fylgja hesum próvtalinum.

Ahlers hevur umframt eitt hugskot um, at ein arbeiðsbólkur, ið skal arbeiða við málinum, eisini skal taka støðu til, um til ber at skifta 7-talið út við próvtølini 6 og 8.

Hóast nógv kjak manna millum, so hevur kjakið um próvtalsstigan við 7 stigum ikki verið nógv frammi alment í Føroyum.

Hanna Jensen, landstýriskvinna í skúlamálum, sigur, at neyðugt var helst á sinni at fylgja við, og gera broytingar.

- Í Damark hava tey ein próvtalssstiga, sum varð innførdur frá 2006/7 fyri miðnám og frá 1. august 2007 á universitetum og í fólkaskúlanum. Vit fylgdu við í 2011/12 frá 8. flokki, og á miðnámi frá august 2013, sigur Hanna Jensen.

- Tað var mett neyðugt at fylgja við, ikki minst fyri at koma á 7 stig, sum mong lond nýta. Og aftur hesaferð upplivi eg tað so, at vit hyggja at eftirmetingum og broytingarætlanum hjá dønum, og hava ikki sterkan ella egnan ognarlut í kjakinum og metingunum. Tað áttu vit at havt, eins og vit áttu at verið meira sjálvbjargin í mun til okkara útbúgvingarskipan. Eg hugsi m.a. um at fáa egnan førleikakarm góðkendan, Nationa Qualification Framework,  og vera enn meira sjálvbjargin innan próvtøkur á m.a. miðnámi, og hava egnar niðurstøður um próvtalsstiga og møguligar broytingar.

- Eg eri samd í, at tað er ov fátæksligt við møguleikum at geva teimum, sum gera okkurt serligt, eina viðurkenning eftir okkara nýggjasta próvtalsstiga. Og eg fylgi fleiri av atfinningunum, sum eg lesi um í Danmark, m.a. at 7-talið fevnir ov breitt, eins og at heldur stórur dentur er á miðaltalið.

- Eitt stórt arbeiði varð gjørt í Føroyum í 2011 fyri at fyrireika fólk til núverandi próvtalsstiga. Millum annað við kunning úti á fólkaskúlunum, vegleiðandi tilfari á heimasíðuni namsaetlanir.net, og nýggj kunngerð kom eisini. Men eg havi varhugan av, at lítið er gjørt frá almennari føroyskari síðu við málið um próvtalsstigan síðani tá, sigur landsstýriskvinnan í skúlamálum.

Hanna Jensen hevur tó í hyggju at bøta um hetta.

 - Í Føroyum verður ikki arbeitt við próvtalsstiganum sum so í løtuni, sigur Hanna Jensen, eftir at hava kannað málið í Mentamálaráðnum.

- Eg fari at seta tað á breddan, at vit gera okkum egnar tankar og kanningar av, hvussu stigin, vit innførdu í 2011/2013 hevur roynst her hjá okkum, og eg fari at skipa eina eftirmeting og uppfylging av tí, eins og syrgja fyri, at vit fylgja kjakinum og arbeiðinum við tí danska. Eisini  eiga vit at seta okkum meira inn í, hvat rørir seg aðrastaðni, fyri at vera klár til at gera egnar niðurstøður, og taka støðu til, hvussu okkara próvtalsstigi í Føroyum skal vera í framtíðini, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum.

Tekstur: Dagfinn Olsen


 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.