Tíðindi

Eg síggi onki, hoyri onki, og eg sigi onki

Sum fakfelag hjá lærarum, so er ein uppgáva at hava eygu og oyru opin og at tala søkina hjá lærarum. Fleiri ferðir hava vit ført fram, at fólkaskúlin á fleiri økjum ikki hevur neyðugu játtanina til at møta uppgávuni og tørvinum hjá næmingunum. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

07.12.2023

Sum barn áttu vit ein lítlan figur við trimum apum, har ein helt fyri oyruni, ein fyri eyguni og ein fyri munnin. Apurnar hugtóku, og eg undraðist á, hvør meiningin var. Eg minnist eina meting av figurinum; hon var, at tá órættur fer fram, so kunnu vit ikki leggja deyva oyrað til ella seta kikaran fyri blinda eygað, og vit kunnu ikki standa tigandi, men eiga at tala at og tala fyri tí, sum er rætt.

Eitt dømi um eina tílíka støðu, har vit ikki kunnu annað enn at tala at, var, tá landsstýrið við lóg gjørdi seg inn á verkfalsrættin hjá fakfeløgunum, í hesum førinum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Tá kunnu vit ikki halda fyri eygu, oyru og munn, men mugu tala at, og tí fóru fakfeløg í samhugaverkfall, sum var púra rætt at gera.

Sum fakfelag hjá lærarum, so er ein uppgáva at hava eygu og oyru opin og at tala søkina hjá lærarum. Fleiri ferðir hava vit ført fram, at fólkaskúlin á fleiri økjum ikki hevur neyðugu játtanina til at møta uppgávuni og tørvinum hjá næmingunum. Lærarar hava ikki tíðina at røkka hvørjum næmingi sær, og tíðin hjá skúlaleiðslunum røkkur ikki, serliga nú talgilda fyrisitingin er vaksin, og fleiri og fleiri næmingar krevja serliga fyriskipan.

At vísa á viðurskifti í fólkaskúlanum, sum treingja til ábøtur, og hvussu vit kunnu bøta um tey, er ein sjálvsagdur partur hjá felagnum, men uppgávan er eisini at vísa á tað, sum lukkast og sum er gott, so vit ikki missa góðu søgurnar og gloyma tað, sum riggar. Tað er neyðugt, at vit hava eyga fyri tí, sum virkar í skúlanum, tí vit kunnu betur byggja á tað, sum riggar, tá ið vit skulu bøta um tað, ið treingir til ábøtur.

Sum heild er fólkaskúlin góður, og á summum økjum er skúlin betri, enn hann var. Eitt nú megnar skúlin betur nú á døgum at hjálpa næmingum, ið stríðast fakliga, samanborið við fyrr. Hetta kann PISA-kanningin vitna um, har tað í undanfarnum kanningum eru munandi færri næmingar, sum eru í lægstu bólkunum.

Úrslitini frá PISA og landsroyndum kunnu í tí fakliga geva okkum ábendingar um ymiskt, ið gongur meira og minni væl hjá skúlanum, men royndarúrslit mugu ikki sleppa at ráða so nógv, sum tey eru sloppin. Seinnu árini hevur tað verið sum um, at tað bara er tað, sum kann vigast og mátast, sum telur í skúlanum, men so er ikki, og tað vita vit væl.

Tað er so nógv, sum vit læra í fólkaskúlanum, sum vit ikki fáa vigað við eini roynd. Eitt nú er fólkaskúlin við til at mynda okkum sum menniskju, hvussu vit eru saman við floksfelagunum, og hvussu vit eru fyri at møta heiminum. Tað er týdningarmikil lærdómur, sum ein roynd ikki kann meta um.

Vit hava øll søgur um, hvussu fólkaskúlin hevur verið við til at mynda okkum. Ein søga hjá mær er um eina ferð, eg skrivaði stíl. Evnið var røðan hjá Martin Niemöller, ið var týskur prestur. Hann fanst hvassliga at nasistunum, og í røðuni sigur hann, “at tá ið nasistarnir komu eftir jødunum, so tagdi eg, tí eg var ikki jødi.” Og víðari: “Tá ið teir komu eftir mær, var eingin eftir, sum kundi muta ímóti.” Hvat eg skrivaði, og hvønn karakter eg fekk, minnist eg ikki, tí tað hevur ikki varandi týdning, men eg tók hendan boðskapin til mín, og tað er ein lærdómur, sum eg beri við mær.

Sum lærari minnist eg nógvar góðar løtur saman við næmingunum, og tá er ofta talan um at fanga løtuna og lata dagsins tekst liggja eina løtu. Ein dagin komu nakrir næmingar spentir og vildu hava meg at lurta eftir einum enskum sangi. Tey vóru miðvís, og teksturin var nakað so: “If you tolerate this, your children will be next”. Tann løtan var ein góð løta at vera lærari.

Oddagrein í Skúlablað nr 6, 2023, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.