Tíðindi

Dreingirnir vinna inn á genturnar

Gentur hava undandrag samanborið við dreingir í skúlanum, men dreingirnir vinna inn á genturnar seinni. Avbjóðingin fyri samfelagið eru tey, sum ikki fara undir útbúgving og í arbeiði, og tað er galdandi fyri bæði gentur og dreingir, skrivar Hanne Størset, ráðgevi

13. mars 2020

Sambært PISA-kanningini stríðast dreingir í Noregi við lesing; seinasta úrslitið vísir, at fjórði hvør drongur ikki hevur nøktandi førleika í lesing fyri at kunna taka á seg arbeiði og fara undir útbúgving. Fleiri dreingir høvdu ilt við at lesa í 2018 samanborið við í 2015. Tað ljóðar alt annað enn gott. Sambært aðrari kanning verður staðfest, at gentur fáa betri karakterir enn dreingir í øllum lærugreinum, uttan í ítrótti, tá ið tey fara úr fólkaskúlanum.

Men hvat vita vit um, hvussu tað gongur teimum ungu, tá ið tey eru vaksin, eftir kravda skúlagongd og miðnám?

Í Noregi hava tey kannað hesi viðurskifti nærri. Ein kanning, sum eitur Kompetanse Norge, hevur hugt at, hvussu vaksin eru fyri, tá ið talan er um førleikar. PIAAC, eisini nevnt PISA fyri vaksin, er størsta altjóða dátuinnsavnanin, sum tekur støði í førleikum hjá vaksnum. PIAAC kannar vaksin í aldrinum 16 til 65 ár í lesing, rokning og talgildum førleikum. Úrslitini frá kanningin í 2013 vísa, at mannfólk klára seg nógv betur enn konufólk í øllum trimum førleikum. Munurin er minstur í lesing, meðan munurin í rokning er rættiliga stórur. Tá ið talan er um tilknýti til arbeiðsmarknaðin, er eingin munur á lesiførleikunum hjá konufólki og mannfólki.

Hjá teimum ungu upp til 35 ár eru kynsmunirnir ikki líka týðiligir, samanborið við hjá teimum eldru, og tá ið talan er um talgildar førleikar er eingin munur hjá kvinnum og monnum yngri enn 35 ár. Við øðrum orðum broytast kynsmunirnir við ættarliðunum.

Ein frágreiðing, sum OECD hevur gjørt, hevur hugt at gongdini frá PISA til PIAAC. Hon vísir at dreingir í Noregi duga eitt sindur betur enn genturnar at rokna, tá ið teir eru um 15 ár, men samstundis at Noreg er eitt av londunum, har førleikarnir hjá dreingjum í rokning batna munandi, fram til at dreingirnir eru 25 ár.

Sama gongd er, tá ið talan er um lesiførleikar. Genturnar duga betur enn dreingirnir um 15 ára aldur, men tá ið bæði kynini eru um 25 ár, duga tey líka væl.

Avbjóðingin tykist vera tey, sum ikki fara undir útbúgving ella koma á arbeiðsmarknaðin, tí arbeiðsmarknaðurin verður uppaftur truplari at røkka, um tú hevur vánaligar førleikar í lesing og rokning.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.