Tíðindi

Dreingir duga framvegis verri at lesa enn gentur

Tá ið dreingir byrja í fyrsta flokki, kenna teir færri bókstavir enn gentur gera; munurin er líka stórur, tá ið skúlaárið endar. Tað vísir norsk gransking.

11.04.2018

Dreingir duga í miðal verri at lesa enn gentur, tað er galdandi frá tí teir byrja í skúlanum. Tað sær ikki út til, at hesin munurin verður javnaður fyrsta skúlaárið.

– At munirnir ikki verða minni eftir einum ári, er tekin um, at vit mugu gera eitthvørt við mátan, sum vit undirvísa bókastavir og lesing, sigur Hermundur Sigmundsson, professari við Institutt for psykologi við NTNU.

Saman við øðrum granskarum hevur hann fylgt 224 gentum og 261 dreingjum í aldrinum 5-6 ár gjøgnum eitt heilt skúlaár. Hesi børnini ganga í ymsum skúlum í einum fylki í Noregi. Børnini vóru kannað við ”bókastavatestini”, sum Greta Storm Ofteland, sernámsfrøðingur og lærari í 45 ár, hevur ment. Endamálið við testini er at kanna kunnleikan til stórar og lítlar bókstavir og ljóð, sum hoyra til bókstavirnar.

Dreingirnir klára seg verri enn genturnar bæði í byrjanini og endanum á skúlaárinum.

- Orsakirnar til, at dreingir stríðast meiri við at lesa enn gentur gera er óivað orsakað av, at teir hava minni venjing og royndir enn gentur. Lesing er ein førleiki sum krevur nógva venjing, sigur Sigmundsson.

Dreingirnir í kanningini vóru eftirbátur samanborið við genturnar, sjálvt eftir at teir høvdu fingið undirvísing í eitt heilt skúlaár.  

– Vit kunnu leiða út frá hesum, at teir fáa ikki nóg nógva venjing heima. Her hava foreldrini eina stóra ábyrgd, heldur Sigmundsson.

Ein trupulleiki er, at tað verður ikki álagt næmingum ella væntað av teimum, at teir lesa so nógv í skúlanum, sum tað áður hevur verið gjørt. Tað elvir til, at tey, sum eru minst motiverað at lesa í útgangsstøði, eisini lesa minni samanborið við tey, sum frammanundan dámar at lesa. Tí motivatiónin hongur saman við, hvussu tú nógv tú lesur, og hvussu væl tú dugir. Tí má lesing verða raðfest høgt fyrstu 2-3 skúlaárini, heldur granskarin.

– Tað snýr seg um at fáa eyga á trupulleikarnar tíðliga, sigur Sigmundsson, professari. Hann heldur, at nógv tiltøk koma ov seint. 

Royndir og stimbran av lesing hava sera stóran týdning fyri at menna førleikarnar. Fyri at kunna bróta lesikoduna hevur tað sera stóran týdning at læra bókstavirnar og ljóðini, sum hoyra til, áðrenn tú fert undir at læra orð. Sigmundsson heldur, at hetta er ein háttur, ið átti at verið kravdur; altjóða gransking bendir á, at so átti at verið.

Kynsmunir í læring er ikki nakað nýtt; til fyri ikki so langari tíð síðan vóru gentur eftirbátur í rokning samanborið við gentur, men nú eru kynsmunirnir við at verða útjavnaðir í Noregi, vísa úrslit í PISA. Trupulleikin er eisini heilt øðrvísi fyri dreingirnar.

Gentur hava nevniliga gott grundarlag í støddfrøði, men tær fáa sjáldnari enn dreingir hægstu karakterir í støddfrøði. Lesitrupulleikarnir hjá dreingjum liggja í hinum endanum á førleikastiganum, og tí eru teir í vanda fyri at fara millum skins og hold; 21 prosent av norsku dreingjunum duga ikki nóg væl at lesa fyri at skilja ein tekst.

– Hetta talið liggur vanliga frá 2-5 prosent sambært fremstu granskarum í heiminum á hesum økinum. Her er ein munur á 16 til 19 prosent, sum er orsakað av vantandi læring; tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Sigmundsson, professari.

At duga væl at lesa er avgerandi fyri at klára seg væl í meiri og minni øllum lærugreinum. Tí hevur tað sera stóran týdning, at so nógvir næmingar sum til ber duga so væl at lesa sum til ber.

– Bøta vit ikki um lesiførleikarnar, kunnu trupulleikarnir ávirka alla skúlagongdina, og tí restina av lívinum, sigur Sigmundsson.

Dreingir darla aftan á gentunum ár eftir ár; meiri enn 50.000 næmingar í barnaskúlanum í Noregi fáa serundirvísing; 68 prosent av teimum eru dreingir; serundirvísingin kostar á hvørjum ári samfelagnum 12.000 ársverk og fleiri milliardir krónur.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.